So nærkast Virkisleikir!

Góð úrslit í góðveðrinum
13.03.2010
Vit venja úti hesa vikuna – ØLL :-)
15.03.2010

So nærkast Virkisleikir!

Í 2010 vóru tað seks lið sum royndu at gerast tey fyrstu sum kundu nevna seg ársins frælsavirkið, og kappingin var hørð, men endin var at Eik fór við Gulllinum (http://www.hvirlan.fo/?p=1320). Í ár verður tiltakið 8. mai á Tórsbreyt.

Tiltakið er ein fjølkampur fyri virkir har hvørt lið skal hava fýra íðkarar. Hvør av hesum fýra skal so luttakaða fyri liðið í eini av greinunum 100 m, 1500 m, longdarlop ella spjotkast. Stig verða givin eftir stigatalvunum hjá altjóða sersambandinum fyri frælsu ítróttina (IAAF).  Hesar eru gjørdar soleiðis at ein kann samanlíkna stig hjá monnum og kvinnum í somu grein. Tí kunna kvinnur og menn luttakað á jøvnum føti, eins og vit sóðu í 2009, har vinnandi liðið var umboðað av báðum kynunum.

Tilmelding ferð fram á hvirlan(at)hvirlan.fo. Tá luttøkugjaldið uppá 500,- er goldið á konto 9181-166.834.1 í Eik er tilmeldingin galdandi. Venjing verður á Tórsbreyt undan leikunum, so at tey sum hava melda til fáa møguleika fyri at royna greinarnar við venjarum úr Hvirluni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *