So nærkast oyggjaleikir í stórum

Minnist til lima- og venjingargjaldið
26.06.2009
Sjeynda pláss í hamarkasti
28.06.2009

So nærkast oyggjaleikir í stórum

Heili trý fólk skulu umboða Hvirluna á oyggjaleikunum, sum verða settir leygardagin 27. juni á Álandi. Hesi eru Randi Kúrberg (hamarkast), Rógvi Højgaard (spjótkast) og Heri Ziska (hamarkast og diskuskast).

Randi luttekur í sínum fjórðu leikum, har hon seinastu tvær ferðir hevur roynt seg í spjótkasti og hamarkasti. Hesa ferð hevur hon tó valt at fokusera uppá hamarkast. Randi eigur føroyska metið, sum er 39,78 m, sett á gamla kastivøllinum við Eysturskúlan fyri einum ári síðan. Kappingin sær út til at harðna í mun til seinast við tað, at Marit Zahkna av Isle of Man hevur kastað oman fyri 50 m í ár, Amy Church er við aftur, og hevur hon kastað góðar 45 m í ár. Síðan eru tað Annie Henrikssen (Gotland) og Charlotte Cristian (Isle of Man), sum eisini eru styrkimettar at vera framman fyri Randi. Har er munurin tó ikki so stórur.

Rógvi luttekur á sínum 3 leikum, og eins og á undanfarnu leikunum er tað spjótkast, sum er hansara grein. Rógvi eigur føroyska metið, sum er 57,70 m, sett á Lyngby Games í 2007. Rógvi var skaddur størsta partin av 2008. Nú er hann tó komin fyri seg og hevur vant væl í seinastuni, har okkurt kast hevur verið nærhendis føroyska metinum. Tá hugt verður eftir kappingarneytunum, so líkist tað nógv seinastu leikunum burtursæð frá, at teir, sum endaðu á teimum báðum fremstu plássunum (Sander Suurhans – Saarema og Georgios Troumbas – Rodos) hava betrað seg rættuliga nógv. Maðurin, sum er styrkimettur á triðja plássi (Gustav Melén), er ein gamal kenningur, ið misti oyggjaleikametið til Suurhans á Rodos, og um Rógvi skal náða heiðursmerkið, sum Gustav Melén tók í síðsta umfari á Rodos, so er ikki óhugsandi at kravið er eitt føroyskt met.

Heri er veteranurin á føroyska liðnum og eisini tann mest vinnandi innan frælsu ítróttina, t.d. hevur hann verið á skamlinum í diskuskasti 7 ferðir. Hesir leikirnir verða hansara tíggjundu, og tá havt verður í huga at hansara fyrstu leikir vóru í 1989 í Føroyum, so hevur hann eisini 20 ára jubileum. Heri kastar hamarkast og diskuskast hesa ferð. Fyrst kappingin er hamarkast, har Heri gjørdist nummar fimm á Rodos, og harvið fekk sína ringastu plasering síðan kappingina í hamarkasta á Isle of Wight í 1993. Føroyska metið, ið er 48,92 m, setti Heri á Gotlandið í 1999. Kappingin tykist harðna hesa ferð, har favoritturin til gullið er Andy Frost, ið millum síni úrslit eigur eitt fjórða pláss frá Commonwealth Games. Hinir heiðursmerkjavinnararnir av Rodos eru við aftur, og harafturat er ungi Callum Woon av Isle of Wight eitt gott boð uppá ein, sum kann gera seg galdandi. Hann hevur kastað 6 kg hamaran út um 52 m í ár, har kappingin á Rodos verður við 7,26 kg hamaranum. Um Heri skal halda seg millum teir fremstu, so skal hann væntandi kasta væl longri, enn hann gjørdi á Rodos. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at Paul Derrien av Jersey eisini hevur 10 leika jubileum hesa ferð. Hansara fyrstu leikir vóru tó fyri einans 18 árum síðan á Álandi.

Hin kappingin hjá Hera er diskuskast, har fjórða plássið í Hetlandi í 2005 var ringasta úrslit, síðan leikirnar í Føroyum, tá Heri endaði aftast í hesi grein. Metið, ið er 48,50 m, setti Heri í Danmark í 1994. Í vetur vandi Heri hjá Vésteinn Hafsteinsson, sum millum aðrar venur heims- og olympiska meistaran, Gerd Kanter. Har fekk Heri nøkur ting at venja, sum eru við at seta seg. Enn er hetta nakað feskt, og tí skal øll rutinan hjá Hera aktiverast fyri at fáa tingini at hanga saman á Álandi. Diskuskappingin sær eisini út til at harðna, við tað at heiðursmerkjavinnararnir frá seinast vera við aftur. Eisini Madis Kallas og Genro Paas av Saarema og ungi Zane Duquiem av Jersey vera við og fara væntandi at kasta langt. Sostatt skal Heri vantandi kasta væl longri, enn hann hevur gjørt higartil í ár fyri at halda seg har, hann plagar.

Vit fara at royna at uppdatera, her meðan leikirnir fara fram, men annars koma úrslitini so hvørt at verða løgd út her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *