So fóru Hvirluvindarnir í summarfrí

Síðsta venjing hesumegin summarsteðgin verður í Sandágerði
06.07.2010
Jatnatøk: opin kapping við altjóða luttøku 17. juli á Tórsbreyt
09.07.2010

So fóru Hvirluvindarnir í summarfrí

Ein av nógvum traditiónum sum longu hava fest seg í Hvirluni er at síðsta venjing hjá Hvirluvindunum undan stutta summarsteðgin ferð fram í Sandágerði. Hesaferð var tað so saman við teimum ungu. Tíðanverri var veðrið ringt allan dagin, og tað regnaði rættuliga illa beint tá venjingin byrjaði, og er tað óiva ein orsøk til at tað vóru nógv sum valdu at blíva heima henda dagin. Tey sum komu fingu tó eina stuttliga løtu.

Fyrsta punkt á skránni var boðrenning, har tey ungu runnu kapp móti børnunum. Fyri at tað ikki skuldi verða munur á, so var fyrsti rennari spurdur um aldurin og slapp liðið at renna tein sum svaraði til aldurin. Tað merkti at Hvirluvindarnir runnu 8 m hvønn veg meðan tey ungu runnu 15 m hvønn veg. Væl var kempa, men tað vóru Hvirluvindarnir sum endaðu omaná hesaferð.

Síðan fóru tey ungu at venja lopvenjing í sandinum áðrenn fari var at venja í trappunum við sjómansskúlan. Sandur gevur seg nógv tá ein roynur at leypa og tí er tað gevandi at venja tað sum alternativ til lop á grasið ella breyt. At renna í brekku og/ella trappum er góð venjing, men samstundis sera hørð venjing, og tað sást væl tá teir ungu komu aftur eftir at venjingin endaði.

Hvirluvindarnir foru fyrst í gongd við eina breyt har tey verðuliga skuldu nýta bæðið høvd og kropp, tí at har vóru ikki minni enn átta ymiskar rørslur tey skuldu minnast til at gera. Tað gekk tó sum vant gott og øll komu ígjøgnum breytina fleiri ferðir.

 

Næst á skránni var longdarlop og sprint. Har bleiv lopið høgt, langt og rútmiskt, áðrenn enda var við trýstøkk. Sprint var skipa sum reaktións startir har útgangs støðan var sitandi, standandi, standandi á einum beini ella onnur.

Síðst á skránni var statións venjing har børnini gjørdu ymsa venjing á hvørjari statión. Ein var koordinatiónslop, ein var kúlustoyt, ein var koordinatiónsrenning og ein var “vanlig” renning. Her náddu øll børnini runt at royna allar statiónirnar.

Dagurin endaði við at øll børnini fingu hvør sína trølla vatn frá MBM. Ein stak góður dagur í Sandágerði har veðurguðarnir hóast alt vóru góður við Hvirluna, tí at tað regnaði illa tá venjingin byrjaði, men so sleit í og tað regnaði ikki aftur fyrr enn venjingin var liðug. Nú er so summarsteðgur hjá Hvirluvindunum, meðan tey ungu halda áfram við at venja. Hvirluvindarnir byrja aftur mikudagin 4. august.

Fleiri myndireru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *