So fall aftur eitt av “gomlu” føroysku metunum

Um ein hyggur at metlistanum innan frælsu ítróttina her heima, so sæst at hjá monnunum eru tey flestu metini sett í síðstu øld, ella allar fyrst í hesari øldini. Tey allar flestu av hesum eru sett av íðkarum, sum hava verði uttanlands í lestrarørindum. Millum hesi metini eru sprint metini, sum Heini Hátún eigur, ella rættari átti, øll. Tað nærmast nakar er komin hesum metum var tá Rúni Jacobsen bein áðrenn hann fór av landinum í lestrarørindum einans var 0,03 sek frá føroyska metinum á 100 m og 0,11 sek frá metinum á 200 m. Nærri er hann ikki komin enn.

Tá Tórur bleiv skaddur á oyggjaleikum, og tí ikki fekk lopi meir trýstøkk í ár, var umfokusera, soleiðis at nú var fyrst og fremst arbeitt við at fáa ferðina upp. Hetta tí at ferðin er eitt týðandi element í bæði trýstøkk og longdarlopi. At hann skuldi hótta føroysku metini á 100 m og 200 m vóru tað tó fá, sum trúðu uppá , tí hann manglaði 0,39 sek í føroyska metinum á 100 m og 0,94 sek í føroyska metinum á 200 m.

Álopini á metini byrjaðu í opnari kapping á Tórsbreyt 9. juli. Tá skar Tórur 0,67 sek av sínum persónliga metið. Nú manglaðu brádliga bara 0,27 sek í føroyska metinum. Næsta álop kom á opnari kapping á Tórsbreyt 4. august. Her skar Tórur 0,03 sek av sínum persónliga metið á 100 m. Enn restaðu tó 0,36 sek í føroyska metinum. 19. og 20. august var FM á skránni. Her skar Tórur 0,18 sek av sínum metið á 100 m, so tað nú manglaðu 0,18 sek í føroyska metinum. Á 200 m kom hann 0,27 sek undir føroyska metið, men vindurin var ov nógvur, og tí var metið ikki góðkent. Vikuskiftið eftir var so dystur um danska meistaraheitið fyri ung. Her skar Tórur 0,11 sek av sínum meti á 100 m, men enn vóru 0,07 sek til føroyska metið. Farna vikuskiftið var tað so dysturin um danska meistaraheitið fyri vaksin. Her byrjaði Tórur við at renna 100 m uppá 11,39 sek, sum er 0,05 sek seinni enn hann rann í dyst um danska meistaraheitið fyri ung og 0,12 sek frá føroyska metinum. Á 200 m tyktist sum veðurguðarnir aftur vildu forða honum, tí tað fór at oysregna beint áðrenn hann skuldi renna, og helt tað áfram at regna til hann var liðugur at renna. Hetta forðaði tó ikki Tórur í at renna teinin uppá 22,91 sek, og harvið skera 0,09 sek av føroyska metinum.

Síðan oyggjaleikirnar hevur Tórur sostatt skorið 0,32 sek av sínum persónliga metið á 100 m og 1,03 sek av sínum persónliga metið á 200 m.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *