So er tíð at fyrireika seg til Virkisleikir!

Nógv persónlig met á Tórsbreyt
11.04.2009
Hvirluvindar klárir til Hvalbiar
17.04.2009

So er tíð at fyrireika seg til Virkisleikir!

9. mai verður Tórsbreyt á fyrsta sinnið karmur um Virkisleikir. Hetta er kapping har virkir hava møguleikan fyri at kappast sínamillum í frælsum ítrótti. Kappingin er skipa sum fjølkampur har liðini dystast í fyra ymiskum frælsagreinum. Tað liðið, sum samalagt hevur klára seg best, ferð avstað við heiðrinum sum ársins frælsavirki.

 

Tað eru fýra fólk á hvørjum liðið har hvør luttekur í einari grein. Greinarnar eru: 100 m renning, longdarlop, spjótkast (menn 800 g spjót og kvinnur 600 g spjót) og 1500 m renning. Stig verða givin eftir stigatalvu hjá altjóða sersambandinum fyri frælsar ítróttir. Hesi stig eru justera soleiðis at menn og kvinnur kunna kappast á jøvnum føti. T.d. fær ein kvinna, sum rennur 100 m uppá 15 sekund líka, nógv stig sum ein maður, ið rennur sama tein uppá 11.99 sek. Tey lið sum hava flest stig eftir 100 m, longdarlop og spjótkast verða send avstað samstundis á tí avsluttandi 1500 m teininum. Síðan verður endalig støðan uppgjørd við at stigini í øllum teimum fýra greinunum verða tald saman. Vinnandi liðið fær ferðasteyp í varveitslu inntil leikirnar í 2010.

 

Henda kapping er ein høvi hjá virkjum at gera nakað við rørslu á ein óvanligan hátt og samstundis nýta dagin sum eitt høvi at hugsa um trivnað, har tey sum ikki hava hug til at royna seg á einum frælsa-liðið kunna koma á staðið at stuðla sínum starvsfeløgum í royndini at gerast fyrst vinnari av virkisleikum.

Meir sæðst um Virkisleikir á: http://www.hvirlan.fo/?page_id=681

       

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *