So er Ólavsøkan byrja

Vaktatalvan hjá Hvirluni um ólavsøkuna
27.07.2011
Bussur inn á Svangaskarð 2. august
01.08.2011

So er Ólavsøkan byrja

Hæddarpunkti á Ólavsøkuni fyri Hvirluna er uttan iva skrúðgongan. Har hevur felagið verði við síðan tað var stovna í 2008. Hetta fjóru ferð at limirnir í flottu reyðu, svørtu og hvítu búnunum stóðu og bíðaðu í Kommunuskúla garðinum. Hóast felagið enn er ungt, og limatalið ikki er stórt, so smæddist mann ikki burturímillum, tí at næstan triðji hvør limur var komin at ganga skrúðgongu í ár.

Flaggberðin hesaferð var Trygvi Laksáfoss, ið hevur gingi undan í ár við at kempa, ikki bara í kapping, men til hvørja tí einastu venjing. Úrslitini hevur hann eisini fingið, tí metini hjá honum eru flutt rættuliga munandi. T.d. er metið á 100 m teininum skorið við næstan 0,7 sekundum.

Eins og flest onnur feløg í Tórshavn, so hjálpir Hvirlan við á Ólavsøku. Hesaferð mannar felagið bamsutombola bás saman við H71. Tað er deiligt at limirnir í felagnum bakka upp um hetta og vilja lána felagnum 2 tímar á Ólavsøku at standa í básinum. Longu frá byrjan var básurin væl vitjaður, og tað er stuttligt at síggja glað børn – smærri sum størri – fara avstað við eini bamsu í føvninginum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *