So er gongd komin á kappingarnar í Gøteborg

Lydia broncu í vesturdanska meistaraheitinum
19.06.2018
Trý bólkamet í sjey startum á øðrum degi á VU-spelen
30.06.2018

So er gongd komin á kappingarnar í Gøteborg

Níggju hvirlur eru partur av ferðalagnum hjá Frælsur Ítróttur Føroya, sum kappast á VU-spelen í Gøteborg (Svøríki) hetta vikuskiftið. Hvirlurnar royna seg í stuttsprint, langsprint, rimarenning, miðteinarenning, trýstøkk, hamarkast, diskuskast, spjótkast og kúlustoyt.

Spjótkast Gentur 16-17: Sunniva Bogadóttir

Fyrsti startur á ársins útgávu av VU-spelen í Gøteborg átti Sunniva, sum skuldi kappast móti 31 javngomlum gentum. Tað var nakað av vindi, men hesin kom frá síðuni, og hevði tí ikki tað stóru ávirkanina á hvussu spjótini flugu. Sunniva hevur kent møði í økslini, har hon var skadd í vetur, og tí valdi hon einans at taka eitt upphitingarkast. Hon var annar kastarin, skuldi royna seg. Hon var meir varðin enn hon plagar at verða í fyrsta kasti, men kastaði trygt 34,95 m. Í næsta royndi hon at seta meir tempo á, og kom væl inn í mpulsfetið, men ávegis inn í blokkin var hon í so skjót at lata upp við vinstru síðu, og tí fór spjótið út til høgri uttan at hon fekk optimala nyttur úr góða arminum. Hóast kastði miseydnaðist bleiv tað mált til 33,07 m. Í triðja umfarið royndi Sunniva at arbeiða meir fram í kast, og eydnaðista hetta partvís, men fokus á teknik kostar sum oftast í mun til intensitet, so ferðin bleiv ikki heilt tann saman. Kasti bleit tó mált til 36,30 m, sum er hennara næstbesta úrslit nakrantið.

80 m rimarenning G14: Børka Berg Jørgensen

Børka Berg Jørgensen royndi seg fyri fyrstu gerð í 80 m rimarenning. Hetta er ein sera ófyrigevandi grein, tí um rútman av einhvørjari orsøk ikki situr, ella fetini ikki sita neyvt har tey skulu, so vil avstandurin til næstu rim verða antin ov nógvur, og so mugu eyka fet takast, sum kostar nógva tíð, ella um ein kemur ov nær, so má leypast beint upp fyri ikki at renna í rimina. Tá vil íðkarin missa alla ferðina í lendingini. Tí er ofta sera stórur munur á einum tá væl gongur og tá tað gongur minni væl.

Børka var á geil 7 í riðli 4. Hon kom væl úr blokkinum, kom væl uppum fyrsti rim uttan at missa nakra ferð. Fram til næstu rim sást at har var hon eitt vet og langt vekk í mun til tað hon plagar, og tí noyddist hon at strekkja fetini millum rimarnar fyri at kompensera. Hon misti tó eitt vet fyri hvørja forðing, og tá hon var komin til sættu forðing var avstandurin ov nógvur. Hon satsaði, og kom uppum, men noyddist at lenda á hælinum fyri ikki at raka rimina, og so misti hon alla ferðina. Hon helt tó áfram, og kom á mál við tíðin 15,17 sek, sum er persónligt met. Tá úrslitið kom sást at mótvindurin var heili 3,1 m/s, og er tað uttan iva orsøkin til at hon misti eitt vet millum hvørja rim. Flott at renna so góða tíð undir slíkum umstøðum.

Kúlustoyt G15: Elin Niclasen

Elin Niclasen, sum einamest venur spjótkast, byrjaði sína VU-spelen luttøku við 3,0 kg tungu kúluni. Her vóru heilar 60 gentur sum høvdu valt at luttaka, so bíðitíðin millum royndirnar nærkasti 45 min. Hetta krevur eina heilt aðra fyrireiking til hvørja royndina í mun til tá tað eru eru færri enn 15 luttakarar. Hitin er tó ein stór hjálp, so uppgávan er at halda liðini í gongd, og so at gera set mentalt kláran til komandi royndina.

Elin legði út við einum varligum stoyti, sum bleiv mált til 8,30 m. Í ørðum umfarið var uppgávan at seta meir ferð á, og serliga at umganga at missa tempo tá man lendur eftir atreningina. Tað var munandi meir intensitetur í stoytinum. Tíðanverri var pausan í miðjuni enn har, og tað kostaði rættuliga fitt. Longdin gjørdist tó heilar 8,78 m. Triðja royndin var meinlík tí undanfarnu. Hetta bleiv mált til 8,74 m. Tað er ongin ivi um at um vit fáa arbeitt ígjøgnum uttan “pausu” í lendingini, so eru metrar at heinta.

Í morgin er skráðin (svenskar tíðir) hjá hvirlu luttakarunum:

  • 09:40 Elin Niclasen – spjótkast
  • 10:25 Lydia P. Simonsen – kúlustoyt
  • 12:45 Tórur Mortensen – 100 m innleiðandi
  • 13:50 Børka B. Jørgensen – trýstøkk
  • 16:15 Miso Buha – trýstøkk
  • 17:35 Guðrið K. Petersen – hamarkast
  • 19:35 Dánjal D. Ljósheim – 400 m

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *