FM fyri ung – BROYTING
24.09.2008
Hvirlan góð úrslit til FMU
30.09.2008

So endaðu summarfrælsar

Síðsta umfar av summarfrælsum var á Frælsinum mikukvøldið 24. september. Veðrið var gott, og teir ungu íðkararnir hugnaðu sær óført, tá teir royndu seg við nýggjum og kendum rørslum.

At byrja við var vant við medisinbóltum. Hesir vóru kastaðir á ymsar hættir, nakrir meira útfordrandi enn aðrir, men hóast nakað óvant so kláraðu tey ungu alt tað, sum tey vóru biðin um at royna. Síðan var farið til ein renniskúla, har fokus var á rættan rennistíl, har m.a. sprint-koordinatión var roynd á fyrsta sinni.

Við tað at FM fyri ung er komandi sunnudag vóru bæði kúlustoyt og longdarlop roynd. Tey ungu tóku hesi øvilsir til sín, og tað var stuttligt at síggja, hvussu skjótt tey tóku smávegis rættingar til sín.

At enda komu hoppibondini fram, har tey ungu royndu at hoppa og at renna við hoppbandinum.

Hetta var so endabresturin á summarfrælsum í Hvirluni, og venjararnir vóna, at tey ungu hava fingið nógv burturúr. Teimum tørvar tó ikki at sakna venjingina í felagnum, tí at longu komandi mikudag (1. okt.) byrja vetrarfrælsar. Tá venja tey ungu í fimleikahøllini í Kommunuskúlanum kl. 17.00-18.00. Venjarar í vetur verða eins og í summar Heri og Rógvi.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *