So byrjar virkisleikavenjing skjótt.

Venjing fyri tey yngstu byrjar komandi sunnudag
05.06.2011
Nógv flott úrslit í øðrum umfarið av GPU
09.06.2011

So byrjar virkisleikavenjing skjótt.

10 september verður høvi hjá arbeiðsplássum at hava ein stuttligan og gevandi starvsfólkadag á Tórsbreyt, samstundis sum tey kempa við onnur um at gerast ársins frælsa-virki. Hetta er triðja árið at møgligt er at kempa um henda heiður. Báðar tær fyrstu ferðirnar var tað Eik, sum fór við heiðrinum. í 2009 frammanfyri Jarðfeingi og P/F Wenzel, og í 2010 frammanfyri P/F Wenzel og Tryggingarfelagið Føroyar. Higartil eru fimm arbeiðspláss sum hava boða frá luttøku, og harímillum eru tvey sum ikki hava roynt seg áður.

Venjing fyri tey, sum hava meldað til Virkisleikir, byrjar í næstum, so tað er at melda til sum skjótast á hvirlan@hvirlan.fo. Kostnaðurin fyri luttøku er 500,-. Meir um Virkisleikir kann lesast her.

2 Comments

  1. Hallur Simonsen says:

    Hvørjar greinar kappast man í ? 🙂

  2. hziska says:

    Hvørt lið skal hava ein luttakara í hvørjari av greinunum: 100 m, míl (1609 m), longdarlop og spjótkast.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *