So byrjar Grand Prix á stadion

Nógv fjølbroytt rørsla á Tórsbreyt
10.05.2012
Hvirlur brillieraðu í fyrsta umfarið av Grand Prix
19.05.2012

So byrjar Grand Prix á stadion

Aftur í ár skipar FÍF fyri vælumtøktu Grand Prix kappingunum á stadion. Nakrar broytingar eru í mun til í fjør. Partvís er kappingin víðka til at umfata vaksin eisini. Tvs at bólkarnir, sum kappast um grand prix, eru: 8-9, 10-11, 12-13, 14-15, 16-17, 18-19 og 20+.

Í øllum bólkum verður kappast í einari grein í hvørjum bólkið í hvørjum umfarið. tvs ein miðtein, ein sprint-tein, eitt lop og eitt kast verður á skránni hvørja ferð. Vinnarin fær 10 stig, nummar tvey fær 9 stig osf. Tann, sum hevur flest stig innan hvønn bólk (miðtein, sprint, lop, kast) eftir trý umførð, vinnur samlaða Grand Prix kappingina í sínum aldursbólki.

Kappingarnar í 2012 verða allar á Tórsbreyt, og verða tær dagarnar:

  • 18. mai
  • 9. juni
  • 15. sept

Hvirlan vónar at nógvir limir velja at umboða felagið til hesar kappingarnar.  Hvør einstakur meldar beinleiðis til her. Um tað eru ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við felagið umvegis hvirlan@hvirlan.fo, ella við at tosa við ein av venjarunum ella umboð úr nevndini. Seinasta freist at melda til fyrsta umfarð er komandi mikudag 16. mai!

Umframt grandprix kappingarnar í ymsu greina-bólkunum, so verður eisini skipa fyri renning fyri 5-7 ára gomul.

Meir kunning sæst á heimasíðuni hjá FÍF (www.athletics.fo).

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *