Skúlar á Tórsbreyt

Annaðleiðis dagur hjá teimum ungu
16.09.2009
Rørsla á skránni á aðalfundinum
23.09.2009

Skúlar á Tórsbreyt

Eitt av høvuðsendamálunum við at stovna Hvirluna var at fáa í lag barna og ungdómsvenjing í øllum frælsagreinunum. Tí er tað sera hugaligt, at skúlar hava vent sær til felagið við fyrispurningum um venjing fyri teirra næmingar. Í flestu førðum hevur fyrispurningurin verðu um “frælsa ítrótt” og tá er inngangsvinkulin sjálvandi at geva næmingunum eina fatan av fjølbroytninum innan frælsu ítróttina, og tí sluppu tey at royna seg innan allar høvuðsbólkarnar, tvs renning, lop og kast.

spjótkast

Í ár hava tveir flokkar úr kommunuskúlanum, fýra flokkar út hoyvíkar skúla, ítróttarbreyt á framhaldsdeild í Suðuroynni, og Studentaskúlin verði og vitja. Yngru flokkarnir hava roynt seg við bóltkast, longdarlop og renning, meðan eldru hava m.a. roynt renning, longdarlop, kúlustoyt, diskuskast og spjótkast. Nógvu kastigreinarnar vóru uppá serligan fyrispurning.

longdarlop

Tá venjingin einans umfataði eina ella  tvær venjingar var tað tíðanverri ikki møguligt at geva næmigunum eina fatan av hvat frælsar eru og hvussu ein kann venja, men tað hevur verði spennandi at sleppa at venja næmingarnar. Nú veturin nærkast er venjing av skúlanæmingum av á  hesum sinnið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *