Skrúðgonga á ólavsøku – “Kom við!” :-)

Rigmor bronsu á Gibraltar
12.07.2019
Edna Maria bar flaggi
28.07.2019

Skrúðgonga á ólavsøku – “Kom við!” :-)

Eins og undanfarin ár verður Hvirlan við í skrúðgonguni á ólavsøkuni. Vit møta hvirluklødd (t.v.s. í reyðum oman belti) kl. 13.15 í Kommunuskúlagarðinum. Møtið fjølment og biðið endiliga onnur koma við. Umframt at seta dám á ólavsøkuna, tjóðarhátíð okkara, er hetta eisini eitt gott høvi at “vísa fram” felagið.

Flaggberi er vanliga onkur ungur, evnaríkur íðkari og/ella ein persónur, ið á onkran hátt hevur verið góður fyri felagið. Eisini roynir felagið at skifta millum kvinnuligar og mannligar flaggberarar. Kom og vita, hvør tað er, ið fær tann heiðurin í ár.

Vinaliga

Nevnd og venjarar

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *