Skrá fyri FAR-O 2012

North Atlantic Orienteering Championships til Føroya eisini
01.07.2012
Tvey føroysk met til Øssur í Svøríki
11.07.2012

Skrá fyri FAR-O 2012

Føroyski parturin av NATLOC eitur FAR-O, og er fyrsta umfarð (sprint) hósdagin, meðan langteinur er fríggjadagin og miðteinur leygardagin. Kappingin er fyri børn, vaksin og veteranar. Møguleiki er at melda til á staðnum. Kostnaðurin fyri hvønn tein er 150,-

Hósdagin 12. juli – Sprint í Tórshavn

  • 16:00 tilmelding á Hvonn
  • 16:30 Vælkoma og kunning: Heri Ziska býður vælkomin vegna Hvirluna og Christian Wennicke kunnar vegna NATLOC um kappingina. Síðan hava fyriskiparar eina nærri kunning  um orienteeringskort og o-renning fyri tey, sum ikki hava roynt o-renning áður.
  • 17:00 fyrsti rennari verður sendur avstað. Runnið verður í miðbýnum í Havn. Børnini renna á Reyni og Tinganesið. Rennarar byrja ein á gangin. Vaksnu luttakarnir fáa ein elektroniskan sensor, sum tey hava við sær tá tey renna.
  • 19:00 fyrsta umfarð verður avslutta

Fríggjadagin 13. juli – langteinur á Nólsoynni

  • 12:30 Færge til Nólsoy
  • 13:00 tilmelding á Kaffistovuni. Møguligt er at koma við Ternuni kl. 12:30. Um nýggir luttakarar eru við fáa hesir kunning eftir tørvi um o-renning.
  • 13:30 Fyrsti rennari verður sendur avstað. Runnið verður á norðara enda av oynni.
  • 16:30 tiltakið endar so at møguligt verður at fara aftur til Havnar við Ternuni kl. 16:30
  • 19:00 Rundvísing á Reyni og Tinganesið við útlendsku gestunum
  • 20:00 FAR-O døguri á Hvonn (tilmelding við tilmelding á Hvonn hósdag)

Leygardagin 14. juli – miðteinur við Kerjalon/Tórshavn

  • 13:00 Tilmelding á Kerjalon
  • 13:30 Fyrsti rennari verður sendur avstað
  • 16:00 Endi við m.a. kaffi, køku og heiðran av samlaðu vinnarnum av NATLOC2012

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *