Skráðin til Jatnatøkum klár

Jatnatøk: opin kapping við altjóða luttøku 17. juli á Tórsbreyt
09.07.2010
Føroyskt met á Jatnatøkum!
18.07.2010

Skráðin til Jatnatøkum klár

Leygardagin kl. 14.00 fer fyrsta útgáva av Jatnatøkum av bakkastokki á Tórsbreyt. Tá fara føroysku íðkarnir at royna seg móti íðkarum úr Svøríki, Danmark og Íslandi. Millum føroysku íðkarnar eru stórur partur av talentbólkinum (ungdómslandsliðnum) umframt fólk, ið hava umboðað Føroyar á oyggjaleikum.

Millum kappingarnar kann nevnast at á 800 m kvinnum ferð Bjørk Herup Olsen, ið betraði sítt egna føroyska meg fyri tveimum vikum siðan, at royna seg móti Rebekku Fuglø, sum spakuliga er við at koma seg eftir langtíðarr skaða, og ungu Elsu Berg, ið longu er partur av talentbólkinum hjá FÍF. Hesar koma tó vantandi at fáa harðan dyst frá Natalie Tovlers úr Svøríki, ið hevur runnði teinin uml 2½ sekund skjótari enn føroyska metið hjá Bjørk.

Hóast tað einans eru triggjir luttakarar á 5000 m hjá kvinnunum, so er ein góð kapping vantandi, tí millum luttakarnar eru Bjørk Herup Olsen, ið eigur tað føroyska metið, og Súsanna Skylv. Súsanna er meira kend sum triatletur, men vísti millum annað á oyggjeikunum á Álandi at hon er ein góður rennari. Tá vann hon silvurmerkið á 10.000 m og setti samstundis føroyskt met á teininum.

Hæddarlop hjá monnum er skjótt við at gerast ein væl vitja grein, og har eru fimm sum vilja royna seg móti sviðanum Jakob Sandman, ið hevur lopið 1,88 m. tað er 13 cm hægri enn føroyska metið. Millum teir sum vilja royna seg eru Rógvi Højgaard, ið eigur føroyska metið í spjótkasti. Rógvi hevur lopið 1,63 cm. Hjá kvinnunum eru tað tvær svenskar og ein íslendsk sum hava melda til, og hóast talið ikki er stórt, so er ein spennandi kapping í vantu tí at hesar hava lopið ávikavist 1,61 m, 1,62 m og 1,67 m í ár. Harumframt kann nevnast at tann, sum lopið hevur 1,62 m er íslendska Kristin Lív Svabo Jónsdóttir, ið hevur føroyska mammu. Næstseinasta vikuskiftið vann hon silvurmerkið í sínum aldursbólki (G15) á VU spelen í Gøteborg, og seinasta vikuskiftið vann hon silvurmerkið í íslendska meistaraheitinum.

Av øðrum íðkarum má Louise Arvidssen nevnast. Louise luttekur í trýstøkk og 100 m. Í trýstøkk er hennara persónliga met 12,32 m, tað er 21 cm longri enn oyggjaleikametið. Metið setti hon á VU-spelen fyri einans tveimum vikum síðan, so ikki kann sigast annað enn at hon er væl fyri í løtuni. Louise er eisini favorittur at vinna kappingina á 100 m teininum.

Tann greinin har flest vilja royna seg er á 100 m hjá monnum, har átta hava melda til. Hetta sær eisini út til at blíva ein spennandi kapping, tó má Dánjal Jákup Niclasen metast sum favorittur. Á 800 m teininum hava sjey boðað frá luttøku, og har er Rúni Seloy greiður favorittur at vinna, men dysturin um annað plássi sær út til at kunna blíva stak spennandi.

Tað eru tvær kastigreinar á skránni. Kvinnurnar royna seg í hamarkast, og har eru tað einans tveir luttakarar, men tað er ongin ivi um at hetta er sterkasta kapping sum verðir hevur í hamarkast hjá kvinnum í Føroyum. Danin Maria Hansen ferð at royna seg móti Randi Kúrberg. Randi hevur havt pausu í seinastuni, og tí verður áhugavert at síggja hvat støðið er, men skal hon vinna á Mariu, so skal hon kasta upp til sítt besta. Hin kastigreinin er spjótkst hjá monnum, har tað eru sjey mans sum vilja royna seg. Her er Rógvi, ið eigur føroyska metið, favorittur, men spennandi verður at síggja teir ungu royna seg. Hesir eru vanir við at kappst við 700 g spjótinum, men leygardagin er tað 800 g spjótið hjá monnum sum skal kastast.

Fyrstu greinarnar byrja kl. 14.00 og seinasta greinin verður skotin í gongd kl. 16.00. Teir báðar tímarnar Jatnatøk eru kemur okkurt at henda alla atíðina. Full skráðin er:

  • kl. 14.00: 800 m menn, hæddarlop kvinnur, spjótkast menn
  • kl. 14.15: 800 m kvinnur
  • kl. 14.45: 5000 m menn, hæddarlop menn, hamarkast kvinnur
  • kl. 15.15: 5000 m kvinnur, 3-støkk kvinnur
  • kl. 15.50: 100 m b-finala menn
  • kl. 15.55: 100 m a-finala kvinnur
  • kl. 16.00: 100 m a-finala menn

Talva við skránni sæst her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *