Skjótasti føroyingur eitur Tórur Mortensen

Tórur fyrsti føroyingur í sprint finalu í 20 ár
11.07.2019
Rigmor bronsu á Gibraltar
12.07.2019

Skjótasti føroyingur eitur Tórur Mortensen

Eftir miseydnaða startin í hálvfinaluni og minni góðu startirnar fyrr í vikuni var fari aftur til basis at granska hvat hendi. Á video sást at Tórur var ov skjótur at aktivera vinstra arm í startinum, og gjørdi tað at javnvágin var skeiv tá hann setti av úr blokkinum. Fyri at kompensera var hann farin at traðka út til síðurnar, og harvið for kraftin tann vegin heldur enn til at skapa ferð frameftir.

Tá generella upphitingin var liðug var roynt at starta. Hetta sá beinan vegin nógv betur út, og tí var mett at nú var Tórur klárur til at fara í Call Room. Fimm minuttir áðrenn start vóru allir finalistarnir førdir yvir til startin, har Tórur setti blokkin og royndi ein start. Aftur var vinsti armur ov skjótur. Hann royndi tí aftur, og nú sat.

So var tíð til at seta finaluna millum teir átta skjótastu mennirnar á oyggjaleikum í gongd. Tá skotið fór, var Tórur skjótur at reagera, og hesaferð rann hann “gjøgnum armarnar” heldur enn at lyfta vinstra. Harvið fekk hann alla kraftina aftureftir og harvið optimeraði hann ferðina frameftir. Eftir fyrstu 10 metrarnar var hann innanfyri ½ m av teimum fremstu, sum er munandi betur enn higartil hesa vikuna.

 

Topferðin er høg, og tí megnaði hann at halda fast og enntá renna seg fram millum sprint-specialistarnar (Tórur er primert trýstøkkari). Tórur endaði mitt í sterka feltinum, men tað, sum var mest spennandi var, at tað var so stutt millum allar, og tá vinnaratíðin segði 10,81 sek, so var bíða við spenningi eftir hvat tíðin hjá Tórur var. Hesaferð gingu bara uml 20 min áðrenn úrslitið var tøkt. Tórur gjørdist nummar fimm, bara 0,11 sek frá bronsuni, men tað besta var at tíðin var 11,12 sek, sum er 0,15 sek skjótari enn 16 ára gamla føroyska metið hjá Heina Hátún. Vindmátarin segði +0,5 m/s, og harvið  var tíðin hjá Tórur góðkend sum nýtt føroyskt met.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *