Eitt krevjandi og gevandi vikuskifti á Sandi

Vetrarvenjing í gongd
28.09.2015
Venjing mikudag (ung) og hósdag (børn) á Tórsvølli
30.10.2015

Eitt krevjandi og gevandi vikuskifti á Sandi

Tað er vorði traditión at eldru íðkararnir fara til Sands á venjingarlegu áðren farið verði í gongd við at venja fram móti komandi kappingarárinum. Fyrsta árið var henda venjingarlegan í Skálavík, og hevur navnið hingið við. Longu árið eftir var tó fari til Sands, fyri at kunna venja í Mølheyggjunum, og aftur í ár var størsti parturin av venjingunum í Mølheyggjunum.

IMG_6270

Legan byrjaðin á Gomlurætt fríggjadag seinnapart, og eftir ein hugnaligan túr um fjørðin, var farið beint til “Ísandsgarð”, har taskur blivu settar áðren leiðin lá beint oman í Mølheggjarnar. Henda fyrsta venjingin innihelt elementir av kondi og styrki. Tað var tó ikki at síggja á íðkarunum at teir hava havt venjingar-feriu í tvær vikur. Kanska tí at fleiri ikki kláraðu at halda feriu, og høvdu valt at venja.

IMG_6255

Um kvøldið var rís og bollar í karry á matarseðlinum, sum gleið væl niður afturvið dansifrøði.

Leygardagurin vóru tríggjar venjingar. Tann fyrsta var longu áðren morgunmatin, har kondi var á skránni. So var møguligt at slappa av eina løtu áðren farið var á eplafestival. Her royndu hvirlurnar “øt”, sum smakkaði heilt væl. Eplakast var á skrá eisini, og sjálvandi vóru hvirlurnar til dystin fús. Epli var stórt, og hevði uttan iva verði vælsmakkandi, men hált var tað at halda í, og avbjóðandi at kasta. Stuttligt var tó at verða við.

WP_20151003_010

Onnur venjingin var í mølheyggjunum, har kast, lop og renning við sletu var á skrá áðren ein rættuliga krevjandi forðabreyt var á skrá. So var tíð at hvíla, sum sjálvandi eisini innihelt eina matpausu. Pausan var nýtt til at koyra ein túr til Skopunar at “shoppa” í Bónus. Áðren farið var heim at skifta aftur í venjingarklæðir til síðstu venjing.

IMG_6509

Triðja venjingin var aftur í Mølheyggjunum, men hesaferð var fokus styrki. Stóru vødda-bólkarnir fingu allir sítt. So var tið at fara heim at gera mat. Ein kjøtrættur við pasta kom væl við eftir ein langan og strævnan dag. So bjóðaði Steinolvur, sum nýliga hevði føðingardag, ein kakubita.

IMG_7144

Sunnumorgun byrjaði við einum góðum morgunmatið, so var pakka saman og farið í bilarnar, tí nú var síðsta venjing á skránni. Henda venjing var í ítróttarhøllini. Her byrjaði upphiting við stikkbóltið áðren ein forðabreyt skuldi klárast. Hareftir var stabilitetur og styrki vand áðren farið var heim. Eitt gevandi vikuskiftið, sum tó kravdi sína Hvirlu, er av. Vit gleða okkum longu til næstu ferð við fara at dystast við sandin á Mølheggjunum á Sandi.

WP_20151004_003

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *