“Skálavík” var aftur heima á Sandi í ár

Rigmor undir oyggjaleikakravið í Keypmannahavn
16.09.2018
Komið og rørið tykkum í náttúruni – komið til Náttururenning við Kerjar 17.november 2018
27.10.2018

“Skálavík” var aftur heima á Sandi í ár

Aftur í ár byrjaði venjingin til komandi kappingarár við venjingarleguni “Skálavík”. Navnið komst av at fyrsta árið var hon í Skálavík, men síðan hevur hon verði heima á Sandi, tí sandurin og Mølheyggjarnir har eru uttan iva besta stað at gera grundvenjing. At so sandoyingar eru stak fyrikomandi ger tað ikki verri.

Legan byrjaði fríggjakvøld við einari stuttari venjing á sandinum, har mest fokus var á at koma í gongd, og so gera nøkur styrkiøvilsir fyri beinini. So var fari heim at eta, og har borðreiddu ungu kvinnurnar við sera vælsmakkandi Enchiladas.

Leygardagurin byrjaði við at venja úthaldni. Hetta bleiv (sjálvandi) gjørt við at renna brekkur á sandinum. So var morgunmatur á skránni. Eftir stutta hvíld, stóð styrkivenjing á skránni. Hetta var styrkivenjing har amboðini vóru sandurin og kroppurin. Arbeitt var gjøgnum allan kroppin, har øll depotir blivu tømd. Eftir venjing var so aftur matur og hvíld á skránni. Síðsta venjingin byrjaði við at nøkur fitt børn av Sandi komu at venja við. Hesi royndu seg í ymsum spølum og boðrenningum. Tá hendan felagsvenjingin var av, fóru hvirlurnar í gongd við sína síðstu venjing. Kjarnin í hesi venjingin var lop-seriur í sandinum, og so “circle of death”, har røsku íðkararnir skuldu renna ein cirkul við nógvum brekkum, og so gera ymisk øvilsir á vegnum, soleiðis at allur kroppurin bleiv belastaður mest møguligt. Eftir venjingina var fari heim at eta lasagna, sum ungu mennirnir borreiddu við, og so var tíð til at fara í heitu pottarnar, har práti gekk lystiliga leingi.

Sunnumorgunin var ein hugnalig venjing í flottu ítróttarhøllini. Her var mesta tíðin brúkt uppá at spæla stikk bólt og flogbólt. Tíð var tó eisini til at strekkja slitnu kropparnar.

fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *