Sjeynda pláss í hamarkasti

So nærkast oyggjaleikir í stórum
26.06.2009
Heri nummar fýra í diskuskasti
01.07.2009

Sjeynda pláss í hamarkasti

Fyrsti kappingardagur byrjaði við einum sera góðum morgunmati, har hvirlukastararnir høvdu ymsar preferencur: Randi helt seg mest til tað grøna, meðan Heri helt seg til breyð og egg, og Rógvi hevði eitt sindur av hvørjum. Restina av fyrrapartinum varð bara slappa av. 

kl 14 fóru vit so at venja, Randi og Heri royndu hamarkast, meðan Rógvi royndi spjótkast. Tað fyrsta, sum ein leggur merki til, er sjálvur ringurin, sum hamar og diskus verður kastað úr. Hesin er “seinur”, tvs at ein glíður ikki væl eftir honum, og tí vil tað krevja meira orku at snara við reiðskapinum. Búrið er vanligt altjóða búr. Heri skuldi kappast 4 tímar seinni, og tí var tað bara ein spurningur um at snara nakrar ferðir við hamaranum og fornemma, hvussu umstøðurnar ávirkaðu kastið. Randi kastaði nøkur kast, har hennara fokus var at læra umstøðurnar at kenna og at fáa ryst ferðingina úr beinunum. Nakrar aðrar kvinnur kastaðu hamar, og onkur var, sum væntað, sera væl fyri, so kappingin mikudagin verður spennandi at síggja.

Hjá Rógva var fokus eins og hjá Rand at læra umstøðurnar at kenna og í tí sambandinum at fáa renningarlopið tilpassað. Tveir aðrir spjótkastarar vandu, og har heilsaði Rógvi uppá Suurhans, ið setti oyggjaleikamet seinast. Suurhans fortaldi, at hann hevði verið úti á 74 m, men varð skaddur og vónaði tí at kasta 64 m.

Eftir venjing fóru Heri og Rógvi aftur á hotellið at slappa av, meðan Randi fór at fáa sær ein bita. Tveir tímar undan kappingini kom Kaj Joensen frá Kringvarpinum. Hann skuldi nevniliga fylgja Hera inntil, undir og stutt eftir kappingina. Tað var áhugavert at hava eina slíka “flugu á vegginum” upp til kappingina, og onkuntíð ringt at “gloyma” at lata vera við at hyggja í kamerað.

Upphiting fyrigekk eftir bókini, har allir kastararnir fingu tvey upphitingarkast, og tey skuldu vera í raðfylgjuni, sum kappingin var í.

Tað var Heri, sum opnaði kappinginga og legði seg “trygt” 😉  á odda við smáum 40 m, men tá fyrsta umfar var farið afturum, lá Heri á sjeynda plássi, og tá manglaði Michael Letterlough at registrera eina longd. Tað gjørdi Michael í øðrum umfari, og sostatt lá Heri á áttanda plássi, ið er síðsta billet til finaluna. Ymsar rokeringar hendu i øðrum og triðja, men ongin fór framvið Hera, sum hevði kastað 40,21 m og var 5 cm aftan fyri tann veruliga veteranin, Tore Olofson av Gotlandi. Tore hevur luttikið á øllum leikunum higartil, meðan hinir “veteranarnir” Paul Derrien (Jersey) og Heri “einans” hava luttikið á tíggju leikum hvør. Í fjórða og fimta umfari hendi ikki tað stóra, so Heri lá enn á áttanda plássi undan síðsta umfari, men tá vísti hann, at hóast beinini ikki vildu, so var kappingarmentaliteturin har, og Heri var tí saman við vinnaranum, Andy Frost, tann einasti, sum økti í síðsta umfari. Heri fór sostatt framvið Tore og endaði á sjeynda plássi.

Ikki kann sigast, at úrslitið hjá Hera er nøktandi, og hetta var dagurin, har Heri ikki fekk tingini at hanga saman, so har skal arbeiðast við detaljunum.

Eftir kappingina var matur aftur á skránni og so heim at uppdatera heimasíðuna.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *