Sjey hvirlur til DMU

15 gull, 17 silvur og 11 broncumerkið fyrra dagin á FMU
26.08.2012
Virkisleikir 2012
05.09.2012

Sjey hvirlur til DMU

Fyri fyrstu ferð fara nakrir ungir limir úr Hvirluni at royna seg í dysti móti javnaldrum úr Danmark. Hetta verður vikuskiftið 1. og 2. sept, tá kappast verður um danska meistaraheitið fyri ung verður í Hvidovre.

Eins og vanligt tá Hvirlan kappast, so er skráðin fjølbroytt. Luttikið verður í greinunum: 100 m, 200 m, longdarlop, hæddarlop, trýstøkk, diskuskast, spjótkast og kúlustoyt.

Hvirlu-startirnir eru:

  • Tórur Mortensen ’98: longdarlop, trýstøkk og 100 m
  • Tummas Napoleon Arge ’95: 100 m og 200 m
  • Hallur Simonsen ’95: diskuskast og kúlustoyt
  • Hanus Bergsson ’95: spjótkast og kúlustoyt
  • Trygvi Laksáfoss ’94: longdarlop, hæddarlop, trýstøkk og 100 m
  • Helgi Geyti ’93: diskuskast og spjótkast
  • Øssur Debes Eiriksfoss ’90: hæddarlop, trýstøkk og longdarlop

Tá føroyingar luttaka í donskum meistaraheitum, so skal tað verða danskt felag. Her hevur Hvirlan gjørt samstarvs avtalu við felagið Århus 1900, soleiðis at ungu íðkararnir kunna luttaka fyri Århus 1900. Av tí at Øssur flytir til Keypmannahavn at lesa, so kemur hann tó at kappast fyri felagið Sparta. Hallur og Hanus hava verði á ítróttar eftirskúla í Vejle, og hava í tí sambandinum kappast fyri Vejle IF. Hetta koma teir tí eisini at gera til DMU. Sostatt verða 4 hvirlur í 1900-búna, 2 í Vejle-búna og ein í Sparta-búna. Allar verða tær tó góð umboð fyri Hvirluna.

Leiðarar á túrinum verða Heri Ziska og Tummas Napoleon Arge.

Startlistarnir liggja her, meðan endaliga programmið kemur týsdagin.

1 Comment

  1. Hallur Holm says:

    Óført tit.. hetta dámar mær væl!

    Spennandi verður at fylgja við. Góða eydnu!

    Hallur

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *