Sjey hvirlu-venjarar farnir undir venjara-2 útbúgving.

Hvirlan fyrsta heiðursmerkið á FM í Cross
03.02.2013
Nógvir útlendingar fara at royna seg á FAR-O
28.02.2013

Sjey hvirlu-venjarar farnir undir venjara-2 útbúgving.

Sjey av venjaranum í Hvirluni luttóku tá fyrsta vikuskiftið av “venjari-2” útbúgvingini fór av bakkastokki. Venjari-2 er annað stig innan venjaraútbúgvingina hjá Danmarks Idræts-Forbund. Tað eru nógv í Hvirluni, sum hava venjari-1 útbúgving, og tí var valt at senda tey á skeið hesaferð, sum venja ung í aldrinum 10 ár og eldri. Hvirlu-luttakarnir eru:

  • Randi Kúrberg, ið venur tvey Hvirluvindalið
  • Louisa Svabo, ið venur eitt Hvirluvindalið
  • Trygvi Laksáfoss, ið hevur almennar frælsar fyri børn 8-14 ár
  • Helgi Geyti, ið hevur almennar frælsar og kast fyri børn 8-14 ár
  • Tummas Napoleon Arge, ið hevur almennar frælsar og sprint/lop fyri børn 8-14 ár
  • Hanus Bergsson, ið hevur kast-venjing fyri børn 10-14 ár
  • Heri Ziska, ið venur eitt Hvirluvindalið, umframt sergreinavenjing fyri ung.

 

Tað vóru Mads og Pernille Wied, ið vegna DIF stóðu fyri útbúgvingini. Tey eru bæði úrvælsvenjarar innan sína ítróttargrein, umframt at tey eru útbúnir diplomvenjarar. Harumframt hevur Mads útbúgving innan sálarfrøði meðan Pernille er Fysioterapeut. So førleikarnir hjá undirvísarunum vóru stak góðir, eins og luttakarnir á skeiðnum sluppu at uppliva.

Hesin fyrsti parturin av venjari-2 útbúgvingini byrjaði fríggjakvøld við fysiskari venjing.  Hetta umfataði kunning um, hvussu kroppurin er uppbygdur, hvussu vøddar arbeiða og nýta orku. Eisini var komi inni á ymsu elementini innan venjing, sosum upphiting, blóðrenslu-skipanin, vøddavenjing, venjing av fimi (smidigheit), tekniska venjing,  mentalvenjing og ítróttarskaðar. Sostatt  var fyrsti dagurin av tilsamans níggju, ein innleiðsla til venjara-tvey útbúgvingina.

Leygarmorgun var so farið í gongd við ítróttarsálarfrøði. Hetta er eitt sera týdningarmikið, men ov ofta niður-raðfest øki innan venjing. Dagurin byrjaði við, at tosa varð um mentanina í einstaka felagnum/bólkinum, so var fari til tað, at seta sær mál. Í mun til nógv skeið, so var fokus á amboð, heldur enn ástøði. Tað gjørdi at tað er væl lættari at nýta tað lærda í venjingini. Komi var eisini inn á visualisering í samband við vejingina. Eitt gjøgnumgangandi tema var sjálvsvirði og sjálvsálit, og hvussu venjing og ikki minst tilgongd til venjing í mun til lívið sum heild ávirkar hesi.

Sunnumorgun sótu so aftur allir teir 21 luttakarnir klárir at taka ímóti. Hesaferð stóð aerob og an-aerob venjing á skránni. Her varð fyrst tosa um ymsu orkuskipanirnar, ið kroppurin kann nýta, alt eftir hvussu krevjandi og hvussu langa tíð arbeiðið/venjingin tekur.  Eins og leygardagin, so var fokus á praktisku viðurskiftunum, tvs hvussu kann hetta nýtast í venjing. Komi var inn á relevansin fyri ymsar ítróttargreinar. Luttakarnir fingu møguleika fyri at royna hesa venjing, fyrst var tó hita væl upp, og tá var grinið nógv, tí nógv nýggj spøl og nýggjar rørslur blivu royndar. So var farið at “kanna” ymsar orkuskipanir. Byrjandi við tí intensiva , har fokus var at skapa mest møguliga orku uppá minst møguliga tíð, yvir háintensa an-aeroboa venjing til aeroba venjing.

Eftir fysisku venjingina var gott at fáa ein góða døgurabita áðrenn tikið var samanum ástøðiligu aspektini av dagsins venjing. Eisini var tíð sett av til at allir luttakarnir settu seg í bólkar at skriva niður uppskot til upphitingar-venjingar. Hesi verða deild runt til allar luttakarnar, ið sostatt fáa økt um sítt repertoir av møguleikum.

Øll undirvísingin var á høgum stigi, og tí var hvør løta fylt við vitan. Hetta setti krav til luttakarnar, men báðir undirvísarnir mettu, út frá kjakinum meðan undirvíst var, at støði var høgt hjá skeiðluttakarnum. Hjá Hvirlu-venjarunum var gott at uppliva at grund-elementini í venjingini eru til staðar, samstundis sum tað eru fleiri element, ið kundu innførast í dagligu venjingina fyri at gera hana enn betur.

Farna vikuskiftið var fyrsta av trimum í venjari-2 útbúgvingini. Næsta verður 1.-3. Mars, har venjaraleikluturin, ítróttarskaðar, aldursrelatera venjing og styrkivenjing er á skránni. Stóra tøk til ÍSF, at tað tekur stig til hesa útbúgving, sum uttan iva kemur at hækka støði innan luttakandi ítróttirnar umframt at skaða-frekvensvurin kemur at minka.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *