Síðsta umfarð av GPU 2009 liðugt.

Hvirluvindavenjing kl. 17 og GP-U kl. 18
17.08.2009
Nógv góð úrslit í GP børn og ung 2009
28.08.2009

Síðsta umfarð av GPU 2009 liðugt.

Síðsta umfarð av Grand Prix á frælsavøllum var á Tórsbreyt mikukvøldið 19. august. Hvirlan skipaði fyri, og kláraðu vit at hava tríggjar tekniskar greinar koyrandi samstundis alt kvøldið samstundis sum at renning fór fram á breytini. Allar kappingarnar byrjaðu ásettu tíð, og tað kunna vit takka nógvu frívilligu hjálparnum fyri! Eins og í fjør tók tað tó langa tí at rokna stigini saman, og tað var kanska ikki óvantandi tí at tað vóru 2 aldursbólkar fleiri enn í fjør og fleiri íðkarar í øllum bólkum.

Hvirlan var ofta á pallinum tá heiðursmerkini fyri samlaða sigurin í sprint, miðtenarenning, lop og kast í teimum seks aldursbólkunum skuldu handast til ávikavist gentur og dreingir.

Úrslitini av kappingini koma í næstum á heimasíðuna hjá FÍF (www.athletics.fo), og fara vit at kunna meir um hvussu tað gekk Hvirluni tá endaligu úrslitini vóru klár.

Myndir frá kappingini síggjast í myndasavninum her á síðuni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *