Síðsta hvirluvindavenjing í Sandágerði 6. juli, og vit byrja aftur 10. august :-)

Heri gjørdist ov stuttur
Øssur bøtti føroyska metið í trýstøkk við 85 cm!

Síðsta hvirluvindavenjing í Sandágerði 6. juli, og vit byrja aftur 10. august :-)

Góðu hvirluvindar

Nú eru bert ein ferð eftir, so fara vit í summarsteðg eftir tann 6. juli. Vit byrja aftur 10. august og halda á við summarfrælsum til 7. septembur.  Síðst í august er ætlanin at fara á árligu leguna í Hvalba, um tiltakið fær nóg dyggan foreldrastuðul.

Felagsmynd í Sandágerði      

Allir hvirluvindar venja saman til síðstu venjing, sum verður flutt út í Sandágerð kl. 17.00-18.00. Vit enda dagin við eini felagsmynd og vóna, at øll hava sína hvirlublusu/drakt við (um onkur gloymir hetta, so vóna vit framvegis, at viðkomandi kemur á myndina).

Vinaliga

Nevnd og venjarar

P.S. Vit vilja líka minna á ólavsøkuskrúðgonguna. Hetta er eitt gott høvi at gera ítróttavirksemið hjá børnum í Tórshavnar kommunu sjónligt. Vit vóna, at so nógv sum møguligt standa saman um felagið henda dagin (hyggið annars inn á heimasíðuna, www.hvirlan.fo)

P.P.S. Limagjald. Er onkur, ið hevur gloymt at goldið lima- og venjingargjald, mugu tit gera hetta sum skjótast. Limagjaldið er 200.00DKK um árið, meðan venjingargjaldið er 500,00 DKK. Gjaldið á kontu í Eik og viðmerkið endiliga navn á barni og navn á liði/venjara: 9181-166.834.1

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *