Serlig hæddarlops venjing á Tórsbreyt

Renningin hjá Rigmor í summarfrí
22.07.2010
Jatnatøk – nakað sum verður endurtikið!
25.07.2010

Serlig hæddarlops venjing á Tórsbreyt

Ein sum var komin til Føroyar í samband við Jatnatøk var Ingela Nilsson úr Vaxjø í Svøríki. Ingela er venjari í felagnum IFK Vaxjø og lærari/venjari í frælsari ítrótt á studentaskúlanum i Vaxjø. Sergreinin hjá Ingelu er lop, serliga hæddarlop, har hon saman við 2 øðrum er blivin landsliðsvenjari í Svøriki. IFK Vaxjø er svenska vinarfelagið hjá Hvirluni. Um felagið kann nevnast at Carolina Kluft (OL, HM og EM vinnari í 7-kampi) er vaksin upp í felagnum. Ingela venur millum annað ein ungan mann, sum nýliga leyp 2,18 í hæddarlop.

Mánakvøldið stóð hon fyri venjingini hjá teimum, sum eru fødd millum ’93 og ’96, og har var hæddarlop á skránni. Venjingin byrjaði við einari grundigari upphiting har nógvar ymsar rørslur vóru gjørdar, bæðið liggjandi, standandi og við at ganga uppum og undir forðingar. So var farið til koordinatións venjing, bæðið almenna koordination og meira hæddarlops-specifikka koordinatión. At enda var lopið hæddarlop, og her sást verðuliga, at talan var um ein venjara sum dugdi síni ting. Hon fekk sett fingurin á neyvt teir primeru veikleikarnar hjá hvørjum einstøkum íðkara, og so var arbeitt við hesum. Hjá onkrum merkti tað í byrjani at rútman reyk, men tað var skjótt at broyting til tað betra sást, og hjá onkrum var tað so at hæddirnar øktust munandi.

At fáa ein slíkan venjara-kapacitet til felagði gevur sera stóran íblástur, ikki bara hjá íðkarnum, men eisini hjá venjarum. Hesir báðir tímarnir á Tórsbreyt góðu venjarnum nógva góða vitan og hugskot til øvilsir, og kemur hetta øllum limunum í Hvirluni til góðar til komandi venjingar.

Fleiri myndir frá venjingini eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *