Sera gevandi venjingarlega í Væxjø í Svøríki

Ferðafrásøgn fra HM í ½Marathon
06.04.2014
Útsetta kapping verður mánakvøldið
10.04.2014

Sera gevandi venjingarlega í Væxjø í Svøríki

Ein fastur táttur í menningini av ungu hvirlu-íðkarum er at fara á venjingarlegu hjá svenska vinarfelagnum IFK Væxjø. Farna vikuskiftið vóru 11 íðkarar í aldrinum 14-20 ár í Væxjø. Íðkararnir høvdu sergreinar innan: sprint, longdarlop, hæddarlop, trýstøkk, kúlustoyt, diskuskast og spjótkast. At verða á venjingarlegu við so fjølbroyttum hópi krevur vanliga minst 3 (sprint, lop og kast) venjarar men helst sjey venjarar. Tí er samstarvið við vinarfeløg so kærkomið, tí har kunna íðkarar í Hvirluni venja sínar sergreinar saman við venjarum, ið hava nógvar royndir innan júst teirra grein. Millum svensku venjarnar, vóru venjarar innan spjót, hædd, trýstøkk og sprint, ið eru knýttur at svenskum landsliðum.

20142029-vaxjoe-2789

Veðrið var so gott meðan ferðalagi var í Væxjø, at sprintarar og kastarar fóru út at venja. Venjingin endaði tó við einari fyri føroyingar, forkunnuga venjing stangarlopi. Øllum dámdi hesa venjing væl, og eftir gongdini at døma, so verða tað ikki bara nógv, men eisini góð, úrslit tá møguligt verður at venja stangarlop á Tórsbreyt.

20142029-vaxjoe-2771

Gestablídni í Væxjø var, sum altíð stórt. Allir føroysku íðkararnir og venjarin búðu heima hjá íðkarum og venjarum úr vinarfelagnum. Hetta er við til at binda feløgini enn tættari hvørt at øðrum, og vísur tað seg eisini at har er eitt framhaldandi samband millum íðkarar úr feløgunum báðum alt árið. Fyrsta kvøldið var samansjóðing, har ein av gentunum í IFK Væxjø bjóðaði heim til nýbakaða “kladdkaka”. Síðsta kvøldið vóru øll úti og ótu mongolskan mat á matstovu hjá foreldrunum hjá einum av hæddarleyparunum í Væxjø.

20142029-vaxjoe-2799

 Væxjø er eitt inspirerandi umhvørvið at venja í, m.a. heilsaðu kastarnir uppá U19 europameistaran í kúlustoyt frá 2013 (Mesud Pezer), ið venur í Væxjø. Hann vandi saman við einum av heimsins bestu diskuskastarum (Märt Israel).

20142029-vaxjoe-2651

Ungu hvirlurnar fingu eisini høvi at hjálpa til, ið samband við kapping í høllini. Hetta var kapping í fleir-kampi, har heili 277 børn millum 8 og 14 ár kappaðust. Tað er ongin ivi um at slíkar kappingar í fleir-kampi høvdu verði eitt gott høvi hjá ungum føroyskum íðkarum at royna seg í kapping, sum er serliga vælegna til hendan aldursbólk, ið er ov ungur til at velja sergrein.

20142029-vaxjoe-2724

Íðkararnir vóru so mikið væl nøgd at tey longu tosa um næstu ferð. Nógvi av íðkarunum eru eisini venjarar, og har kom eisini nógv inspiratión til hvussu yngru limirnir í Hvirluni kunna fáa enn betur venjing.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *