Seks hvirlur tikið prógv sum “Venjari 2”

Venjingartíðir hjá Hvirluni í summar
07.04.2013
Hvirlukvøld við góðum tilboðum í Intersport!
15.04.2013

Seks hvirlur tikið prógv sum “Venjari 2”

Eftir trý stak lang og intens vikuskiftir hava seks hvirlur ognað sær venjari-2 prógv. Hetta er næsta trin í venjaraútbúgvingini hjá Dansk Idrætsforbund,  sum ÍSF hevur samstarv við um venjaraútbúgvingar.

Venjari-2 er sett saman av eini røð av skeiðum um ymisk evnir. Fyri at lætta um fyriskipanina, so skipaði ÍSF soleiðis fyri, at fleiri skeið vóru hvørt vikuskiftið.  Tey skeið, ið eru partur av hesi útbúgving eru:

  1. Aldursrelatera venjing
  2. Fysisk venjing
  3. Aerob venjing
  4. Anaerob venjing
  5. Venjara rollan
  6. Styrkivenjing
  7. Ítróttarskaðar
  8. Ítróttar psykologi
  9. Kostur
  10. Teknikvenjing
  11. Venjingarplanlegging

Onkur av skeiðunum eru meir relevant fyri yngri íðkarar/byrjarar, meðan onnur eru meir relevant fyri meir vandar íðkarar. Allir íðkarar hava tørv á, at øll elementini verða adressera í venjingini, tó í ymiskum intensiteti og mongd. Tey, ið hava ognað sær hesa útbúgving eru nú betur før fyri at tilrættisleggja venjingina hjá ymisku íðkarunum soleiðis, at hvør í sínum lagi kann náða síni mál. Við tað at øll eisini hava ymisk specifik skeið fyri venjarar innan frælsar ger, at venjingin í Hvirluni kann optimerast enn meir.

Venjarar í Hvirluni, ið hava ogna sær prógv fyri hesa útbúgving eru:

  • Louisa Svabo: Spjótkastari og venjari á elsta hvirluvindaliðnum
  • Tummas Napoleon Arge: Sprintari (100 m) og venjari í almennum frælsum og sprint/lop
  • Hanus Bergsson: Spjótkastari og venjari í kast
  • Trygvi Laksáfoss: Hæddarleypari og venjari í almennum frælsum
  • Helgi Geyti: Diskuskastari og venjari í almennum frælsum og kast
  • Heri Ziska: Diskus-/Hamarkastari og venjari í sprint, lop, kast umframt á hvirluvindaliðum.

Venjari-2 útbúgvingin hevur longu ávirka venjingina í Hvirluni rætta vegin, og tað er ongin ivi um, at hon framhaldandi kemur at verða viðvirkandi orsøk til, at støði á venjingin í Hvirluni kemur at hækka støðugt.

1 Comment

  1. Hallur says:

    Tillukku við prógvunum! Vónandi fáa nógv gleði at tí sum tit hava lært.

    vh
    Hallur

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *