Samskipan, styrki og samvera við einum smíli

Ein læruríkur dagur við donskum ungdómsvenjara
15.02.2009
Kapping í olympisku kastigreinunum sunnudagin (22. feb.)
20.02.2009

Samskipan, styrki og samvera við einum smíli

So fór enn ein hvirluvenjing av bakkastokki við spurtum, styrki- og samskipanarvenjingum, sveitta og smílandi snýðum. Ein góður dagur við nógvum virksemi fyri allar aldursbólkar. Stak hugaligt at vera hvirla viðhvørt 🙂 🙂 🙂

Fyrsta lið at hvirluvindum sluppu at royna ymiskt av tí, Ragnar og Randi høvdu lært í vikuskiftinum hjá Anders Sækmose og Lisbeth Berthelsen. Vit løgdu fyri við at senda klapp runt til hvør annan, og síðan spældu vit stoppdans við ymsum rørslum. Tað var stuttligt, og nógv flentu hart. Síðan fóru vit til samskipanarvenjing, har kroppur og heili veruliga fingu avbjóðingar, men eisini tað var hugaligt. Fyri at tað ikki skuldu falla alt ov langligt, skiftu venjararnir millum samskipanarøvilsi og reaksjónsstartir. Tað kann vera nokk so troyttandi at gera tað sama ov leingi í senn – serliga tá mann er lítil. Síðani endaðu vit við eini breyt, ið kravdi nakað av kunningarevnum, styrki og aftur samskipan av børnunum. Hetta var stravið, men kortini stuttligt, tí smílini og áræði trutu ikki. Børnini fingu til uppgávu at øva seg at rulla runt haldandi um beinini, og Randi fer at spyrja næstu ferð, hvussu hevur gingist við venjingunum 😉

 

Tey ungu vandu í ovaru høllini, og har varð nógv nýtt roynt. Upphitingin umfataði millum annað fleiri koordinatiónskrevjandi rørslur, samstundis sum at pulsurin var rættuliga høgur. Hareftir var farið til spjótkast, sum var frælsagreinin á hesum sinni. Hesa ferð var farið heilt inn í kjarnuna av kropsholdningi og rørslum, tá spjót skal kastast. Arbeitt varð øllum frá, hvussu armar, bein, kroppur og høvd skulu vera í teimum ymisku fasunum av kastinum, til rútmu í renningarlopinum, og hvussu renningarlopið verður nýtt í kastinum. Venjingin endaði við nakað av lopvenjing og eitt sindur av venjing, ið er roknað at stabilisera kroppin við.

Næsta lið av hvirluvindum gjørdu stórt sæð tað sama sum teir fyrru, tí eisini teir skuldu royna nakað av nýggja íblástrinum, sum Hvirlan hevur fingið frá tiltaki hjá FÍF. Vit byrjaðu við rundingi og prátaðu m.a. um at lurta væl og leggja seg eftir at ómaka sær við at gera tingini rætt.  Síðani fóru vit í gongd við stoppdans, spurtir og samskipanarvenjing og at enda eina breyt. Sum vanligt vóru børnini røsk og íðin, og tey fingu sanniliga nakrar avbjóðingar, har kroppurin og heili sluppu at virka undir jaligum trýsti. Eisini hesir hvirluvindarnir fingu heimavenjing, og Randi og Heri eru spent at vita, hvussu leikur fer …

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *