Sætta lopið gjørdi munin

Tórur leyp langt í Gøteborg
03.07.2016
JATNATØK 2016
11.07.2016

Sætta lopið gjørdi munin

Tað var við spenningi at Tórur fór í gongd við upphiting til trýstøkk á stóru altjóða kappingini VU-spelen, ella “World Youth Games” sum hon eisini verður nevnd. Tórur var styrkismettur nummar fýra í kappingini, har heili átta høvdu lopið longri enn 14 metrar undan kappingini.

Upphiting gekk væl, og tað sá út til at Tórur var væl fyri. Eitt sindur av óvissu kom tó inn tá atrenningin skuldi passast til. Hendan kom tó uppá pláss, og so var tíð at byrja kappingina.

Í fyrstu royndini kom Tórur inn við góðari ferð, men tá leypast skuldi hendi lítið á plankanum, og næstu tvey avsettini tyktust eisini hálvhjartaði. Lopið bleiv mált til 13,88 m. So var avtala at fokusera uppá eina meir aktiva ísetan av beinunum í næstu royndini.

Í næstu royndini kom Tórur aftur inn við góðari ferð, men hann helt tað var yvirtrakk, og valdi tí at abortera lopið. Sostatt hevði hann enn 13,88 m sum tað longsta.

Í triðju royndini kom hann inn við góðari ferð, men lopini vóru eins og í fyrsta umfarið tung. Lopið bleiv mált til 13,77 m, so enn var 13,88 m frá fyrsta umfarið tað longsta. Nú var so at bíðja fyri at vita um hann var millum teir átta, sum komu í finaluna. Her var hann so við, og fekk hann harvið tríggjar royndir afturat.

Fjórða royndin var eisini miseydna við, men nú tyktist Tórur at missa spennið í kroppinum í avsettunum, tí var avtala at fáa dintilin fram undir seg í avsettunum.

Í fimtu royndini fekk hann dintilin væl fram undir seg, og megnaði samstundis at fáa føturnar meir aktivt í jørðina. Hetta gjørdi at lopið sá heilt annaðleiðis út, og var tíðiligvís longri. Tíðanverri var tað yvirtrakk við góðum sentimetri.

Hóast yvirtrakk, so var avtala at byrja sama stað í síðstu royndini. Hetta er sats, men um kappingin skuldi vinnast, so skuldi alt ganga uppí eina hægri eind. Tórur kom inn við góðari ferð, og fyri fyrstu ferð í hesi kapping arbeiddi hann plankan væl, og fekk harvið nærum alla ferðina við sær inn í fyrstu flog fasu. Næsta avsett var eisini aktivt, og helt hann spenni í kroppinum, so aftur var ferðin við honum. Í triðja avsetti fekk hann trýst væl ígjøgnum, og fekk góða hædd. Tað sást á Tórur at hann visti at her hevði hann lopið langt. Hann var tó positivt yvirraskaður tá longdin kom á talvuna. 14,94 m. Føroyskt met við 60 cm, og næstan 1,5 m longri enn hann hevði lopið við ársbyrjan. Hetta lopið gjørdi at Tórur fór frá at liggja nummar sjey í kappingini til at vinna hana trygt.

Í bólkinum U20, sum Tórur kappast í, er tað bara ein 19 ára gamal finni, sum hevur lopið longri í ár. Tórur verður 18 ár í desember. Tórur liggur eisini nummar eitt á danska listanum hjá teimum vaksnu, har hann eisini hevur klára kravið til “Central Talent Udvikling”, ið eru tey, sum danska sersambandið metir hava ein góðan møguleika fyri at kvalificera seg til altjóða meistaraheitir.

Nú verður farið aftur at venja fram til næstu avbjóðingarnar, har fyrsta stóra royndin vantandi kemur av at danska U20 landsliðið sendur boð eftir honum til landsdyst miðjan august.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *