Rutan til mannfólkarenningina

Flottar prestatiónir í kalda regninum
31.03.2013
Menn sluppu at royna seg
06.04.2013

Rutan til mannfólkarenningina

Enn er møguligt at melda til. Hetta kann gerast hjá Thomas Dam Ítrótti í miðbýnum í havn fríggjadagin kl. 14:00-18:00, har startnummur og blusur (teir sum meldaðu til áðren 21. mars) kunna avheintast. Meldast kann eisini til á startinum millum kl. 13:00 og 13:30 leygardagin. Fyrispurningar kunna sendasta til hvirlan@hvirlan.fo.

Teinurin, sum runnin verður, sæst á niðanfyrstandandi mynd. Byrja verður við Kjøtbúðina hjá Otto Reinert á Akranesgøtu 7, har verður runni eystureftir, framvið sunnara enda av nýggja kirkjugarið. Við endan av kirkjugarðinum verður runnið oman til og tvørturum Sandá. Harfrá verður runnið tvørtur um vegin og oman eftir rættargøtu (móti sjósavninum). Áðren komi er til sjósavni verður runnið omaná bakkan og út á sandin í Sandágerði. Har verður runnið eftir sandinum, og so hildi áfram yvir til tyrlupallin undir landssjúkrahúsinum, har vent verður. So verður runnið omanvert sandi í Sandágerði eftir Sandágerðisvegin framvið ánni og so undir brúnna í gongur tvørur um Sandá. Runnið verður síðan niðan við ánni á sunnaru síðu, innntil komin nakað longur enn áraka vestara enda av kirkjugarðinum, har runnið verður um ánna. Vent verður so omanaftur inntil áraka vestara enda av kirkjugarðinum, har runnið verður beint niðan mót horninum av kirkjugarðinum. So verður sunnið runt um kirkjugarðin við urðinum. Enda verður við Kjøtbúðina.

Rutan verður uppmerkt umframt at fólk standa framvið rutuni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *