Runnu skjótt í mótvindinum

Stuttligt á Stuttleikum
26.05.2014
Úrslit frá opnum kappingum
06.06.2014

Runnu skjótt í mótvindinum

Tað tykist, sum um vindurin er komin fyri at verða, tí aftur í dag máttu sprintarnir royna seg í einum irriterandi mótvindi. Tað vóru tó 23 íðkarar, sum høvdu hug at royna seg.

Fyrst vóru tað menn og dreingir, har 11 høvdu teknað til. Fyrra heat bleiv vunnið av Tummas Napoleon Arge (Hvirlan) við tíðini 12,02, meðan annað heat bleiv vunnið av Steintór Egholm (Bragdið) við tíðini 13,26 s.

Tíðirnar hjá monnunum vóru:

Íðkari árg. felag tíð
Tummas Napoleon Arge ’95 Hvirlan 12,02 s
Hanus Bergsson ’95 Hvirlan 12,21 s
Trygvi Z. Laksáfoss ’94 Hvirlan 12,26 s
Bogi Berg ’94 Hvirlan 12,40 s
Hallur Simonsen ’95 Hvirlan 12,68 s
Tórur Mortensen ’98 Hvirlan 12,91 s
Steintór Egholm ’00 Bragdið 13,26 s
Teitur Arge Seloy ’94 Hvirlan 14,20 s
Kristian Martin Garðalíð ’90 Hvirlan 14,70 s
Dánjal Dahl Ljósheim ’00 Hvirlan 15.00 s
Hans Hjørleivur Magnussen ’95 Hvirlan 17,31 s

Hjá kvinnum og gentum vann Tinna Berg Jørgensen (Hvirlan) fyrra riðilin við tíðini 14,19 s, meðan Elisabeth Holm Simonsen (Bragdið) vann annað heat við tíðini 14,85 s.

Íðkari árg. Felag tíð
Tinna Berg Jørgensen ’99 Hvirlan 14,19 s
Hildur Poulsen ’97 Bragdið 14,25 s
Margit Weihe Fríðmundsdóttir ’99 Bragdið 14,49 s
Sára Debesardóttir ’98 Bragdið 14,58 s
Elisabeth Holm Simonsen ’01 Bragdið 14,85 s
Katarina Høj ’99 Bragdið 14,90 s
Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar ’01 Bragdið 15,44 s
Bjørk Siguðrsdóttir Lamhauge ’00 Hvirlan 15,51 s
Birita Ryan ’02 Treysti 15,58 s
Urd á Lofti ’01 Bragdið 16,28 s
Mia Clothier ’00 Bragdið 16,66 s
Birita Poulsen ’93 Hvirlan 16,91 s

Øll úrslitini síggjast her, og fleiri myndir eru í myndasavninum. Næsta opna kappingin verður leygardagin 31. mai á Tórsbreyt. Tá er longdarlop á skránni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *