Runnu skjótt í mótvindinum

Opnar kappingar komandi dagarnar
25.05.2016
Diskar flugu á Tórsbreyt
26.05.2016

Runnu skjótt í mótvindinum

Tað vóru 18 luttakarar, sum royndu seg Í opnari kapping á Tórsbreyt mikudagin 25. mai. Á skránni var 100 m sprint.

Kvinnurnar byrjaðu, og fingu sum løn, sterkasta mótvindin á degnum. Skjótast var Alda S. Lamhauge, sum rann teinin uppá 13,86 sek. Um nýtt verður standard korrektión fyri vind, so verður tíðin hjá Aldu til 13,60 sek. Aðrar Hvirlur, sum royndu seg vóru Edna Maria Debes (14,50 sek), Tinna Berg Jørgensen (14,59 sek) og Lý H. Mohr, sum rann 15,41 sek, ið er væl skjótari enn hennara gamla persónliga met.

IMG_2737

Hjá Dreingjunum var Tórur Mortensen fyrst um mállinjuna. Tíðin hjá honum gjørdist 11,78 sek, ið er persónligt met. Honum á baki kom Magnus Dal-Christiansen við tíðini 12,51 sek.

Øll úrslitini síggjast her, og fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *