Rúni skjótasti maður í Føroyum í 2014

Ólavsøku skrúðgongan
29.07.2014
Hvirlan flúgvandi til FM
03.08.2014

Rúni skjótasti maður í Føroyum í 2014

So fór stóra-FM av bakkastokki. Fyrri dagurin var hildin í sól, men við vindi, sum gjørdi at tær skjótu tíðirnar á stutta sprintteininum ikki vóru gjørligar, umframt at flestu lop høvdu ov nógvan undanvind. Tað eru 25 ár síðan FÍF á fyrsta sinnið skipaði fyri FM, og sum eitt kuriosum kann nevnast at vinnarin í diskuskasti hjá monnum í 1989 vann aftur í 2014.

Dagurin byrjaði við hamarkast og 400 m rimarenning hjá monnum. Hvirlan var sjálvandi umboða í báðum. Á 400 m var tað leyparin Trygvi Z. Laksáfoss, sum hevði avgjørt at taka tað róligt, fyri at hava yvirskot til 100 m og longdarlop, sum kom aftaná. Hann kom á mál til eitt silvurmerkið við tíðini min 23,41 sek.

400mh-m

Trygvi Z. Laksáfoss

Í hamarkast hjá monnum vann Heri Ziska við 40,32 m. Helgi Geyti var tryggur á øðrum plássi. Hansara longsta gjørdist 28,68 m, ið er bólkamet. Teitur Arge Seloy bøtti um sítt persónliga met við næstan tveimum metrum til 22,01 m. Tað rakk til eitt broncumerkið.

hamar-m

Heri Ziska

Randi Kúrberg eigur føroyska metið, men hevur ikki vant í fleiri ár. Hon vísti tó at tá man hevur lært at kasta, so dugir man, tí longu í fyrsta kasti kom hon út um 30 m strikuna við einum kasti uppá 30,94 m. Harvið tryggjaði hon sær gullmerkið. Marita Káradóttir Petersen gjørdist nummar tvey við einum kasti uppá 19,14 m.

hamar-k

Randi Kúrberg

So var tað innleiðindi á 100 m hjá monnum. Her vóru sjey mans møttir til dyst, har teir seks í finaluni skuldu finnast. Í fyrra riðlinum vóru Bogi Berg og Trygvi. Í mótvindinum runnu teir teinin uppá 12,43 s og 12,78 s, ið var nóg mikið til at koma í finaluna. Í øðrum riðli vóru Rúni Jacobsen, ið gjørdi comeback eftir pausu í nærum eitt ár vegna skaða, og Tummas Napoleon Arge. Rúni gjørdi eitt øgiligt comeback, tí sum einasti maður í innleiðandi umfarðinum kom hann undir 12 sek. Hann rann teinin uppá 11,86 sek í einum mótvindi uppá 1,5 m/s. Tummas Napoleon var næstur við tíðini 12,23 sek. Hálvan annan tíma seinni var so finalan. Her kom Rúni væl avstað, meðan Tummas Napoleon kiksaði totalt, og var hann aftast eftir teir fyrstu metrarnar. Rúni økti um leiðslnuna allan vegin og vann ein tryggan sigur við tíðini 11,79 sek í 2,5 m/s mótvindi. Tummas Napoleon vísti sín eyðkenda stríðsvilja og fekk bart seg fram á triðja pláss, og um teinurin var 3 m longri, so hevði tað blivi eitt silvurmerkið, men so var ikki hesaferð. Nevnast kann at hetta var sætti 100 m hjá Tummas Napoleon í 2014, og eru allir runnir ímóti vindinum.

sprint-m

Starturin av finaluni á 100 m

Hjá kvinnunum “manglaðu” tær báðar skjótastu hvirlurnar, men í Maritu og Ednu Mariu Debes hevði Hvirlan tvey góð umboð. Marita fekk, sum vant ein góðan start, men hon hevur valt at fokusera uppá spjótkast, og tí er sprint-úthaldinheit ikki partur av hennara venjing. Hetta sást eftir teir fyrstu 60 m vóru runnir, tá tvær fóru framvið. Marita helt tó fast í broncumerkinum við tíðini 14,76 sek (w: -2,2 m/s). Edna Maria hevur verði á eftirskúla og hevur tí ikki vant frælsar síðsta árið. Hetta ger at hon ikki hevur somu ferðina í beinunum, sum áðrenn hon fór. Har er tó daglig framgongd at hóma og er ongin ivi um, at hon kemur sterkt aftur í 2015 við tíðin, sum vit vita hon er før fyri.

sprint-k

Starturin er farin á 100 m hjá kvinnum

So var diskuskast á skránni. Hjá monnunum vann Heri, eins og hann gjørdi fyri 25 árum síðan á Svangaskarði. Dysturin um silvurmerkið gjørdist sera spennandi, tí bæði Hans Hjørleivur Magnussen, Tróndur Arge og Helgi Geyti endaðu innanfyri tveir metrar. Helgi legði seg á odda í hesum dystunum frá byrjan, men Tróndur otaðist allsamt nærri, men so legði Hans Hjørleivur seg brádliga á triðjaplássi. Tróndur svaraði aftur beinan vegin, og tók triðja plássi aftur, einans nakrar centimetrar frá silvurmerkinum. Nærri kom hann tó ikki, so endin var at Helgi vann sær silvur við 29,63 cm, Tróndur broncu við 29,16 m (persónligt met) meðan Hans Hjørleivur gjørdist nummar fýra við 27,52 m (persónligt met). Kristian Martin Garðalíð kastaði 21,45 m á fimta plássi.

diskus-m

Helgi Geyti

Hjá kvinnunum royndu Marita og Edna Maria seg. Marita var tó í einum flokki fyri seg og vann hon 26,14 m, sum er góðar 10 m omanfyri bólkametið. Edna Maria kastaði beint undir 19,14 m, sum er tað longsta ein 17 ára gomul genta hevur kasta her heima. Báðar bøttu tær munandi um síni persónligu met.

diskus-k

Marita K. Petersen

Hjá monnum var sæð framm til eina sera spennandi kapping í longdarlopi, men tíðanverri fekk ongin tað heilt at sita hesaferð. Bogi legði seg á odda í fyrsta umfarið, men í triðja fór Tórur Mortensen framvið. Bogi tók tó leiðsluna longu í fjóra umfarið, og hóast allir øktu, so broyttist støðan tó ikki. Bogi vann (5,91 m), frammanfyri Tórur (5,82 m) og Trygva (5,72 m).

longd-m

Bogi Berg

Hjá kvinnunum var tað einans Marita, sum royndi seg í reyðum. Hon leyp tó væl, tí í triðja umfarið bøtti hon um føroyska metið tá hon leyp 4,61 m. Hetta gjørdist hennara longsta, sum hesaferð “einans” rakk til eitt silvurmerkið, men av tí at longsta lopið í kappingini var lopi við ov nógvum undanvindi, so verður føroyska metið standandi.

longd-k

Marita K. Petersen

So vóru bara boðrenningarnar eftir, og her vóru mennirnir klárir. Rúni valdi at melda pass fyri at umganga at stressa gamla skaðan ov nógv, og tí var hvirlu-liðið manna av Boga, Hanus Bergsson, Trygva og Tummas Napoleon. Bogi legði væl út og avleveraði beint eftir fremsta liðið. So fór Hanus avstað, og hann rann seg fram á trygt fyrstapláss, har hann avleverðaði til Trygva. Trygvi helt tryggu leiðsluna, men skifti miseydnaðist, og tí kom liðið ikki á mál. Er trist, tí tað sá út til at skula enda við føroyskum metið. Tað má so blíva eina aðra ferð at hvirlurnar taka metið.

stafet

Fyrsta skiftið í boðrenningini

Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *