Rúni nærkast føroyska metinum á 100 m

DM fyri ung
24.08.2015
Tórur vann sítt fyrsta danska meistaraheitið
24.08.2015

Rúni nærkast føroyska metinum á 100 m

Fyri 12 árum og 13 døgum síðan setti Heini verðandi føroyska metið á Hvidovre Stadion. Í dag kom Rúni nærri, enn nakar føroyingur hevur verði síðan tá, tá hann á Hvidovre Stadion i tveimum umgangum bøtti um sítt persónliga met. Seinnu ferðina tók hann bólkametið, ið Rói setti á Hvidovre Stadion fyri tveimum árum síðan.

rj-block

Rúni hevur síðstu tvey árini stríðst við eina røð av skaðum, sum hava darva hansara venjing nógv. Í 2014 gjørdi hann comeback eftir næstan eitt ár uttan kapping, við at dystin um føroyska meistaraheitið, men stutt eftir bleiv hann aftur skaddur. Í Januar byrjaði hann tó at venja miðvíst, og hevur hann vant væl síðan, í byrjani eitt sindur varliga, men so við og við, meir agressivt. Í juli skar hann 0,12 sek av sínum persónliga metið í kapping í Svøríki, enn var hann tó 0,21 sek frá føroyska metinum.

RJ-startF

Leygardagin (22. august), skuldi hann so royna seg í dysti móti bestu javnaldrum í Danmark. Hann var í seinna innleiðandi riðlinum, har hann m.a. skuldi í dyst móti skjótasta manni í Danmark seinnu árini. Rúni fekk ein góðan start, og lá á øðrum plássi eftir 10 m. Hann spenti eitt sindur upp móti endanum, men megnaði at halda triðja pláss. Tá tíðin kom á talvuna vísti tað seg at hann hevði skorið 0,1 sek av sínum persónliga metið, og ogna sær pláss í finaluni við fimt bestu tíð.

RJ-startQ

Tveir tímar seinni skuldi Rúni aftur í eldin, nú var tað finalan á 100 m, sum var á skránni. Hesaferð sat starturin ikki líka væl, men harafturímóti megnaði Rúni at verða avspentur allan vegin á mál, har hann endaði sum nummar fimm. Tíðin vísti at hann hevði skorið 0,08 sek afturat av sínum persónliga metið. Enn manglaðu tó 0,03 sek í at taka føroyska metið Heini Hátún setti sama stað fyri 13 árum síðani.

Samanlagt hevur Rúni sostatt skorið 0,3 sek av sínum persónliga metið í 2015, so við einum heilum vetri av venjing verður spennandi at síggja hvat tað kann blíva til í 2016.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *