Rúni flúgvandi á 400 m

FMU dagur 2
13.09.2015
Vetrarvenjing í gongd
28.09.2015

Rúni flúgvandi á 400 m

Kappingarárið endaði, sum tað hevur verði alt árið, nevniliga við flottum úrslitum. Hvirlan skipaði fyri tveimum smáðum opnum kappingum, nú hetta kappingarárið er við at verða av. Hósdagin 17. september var diskuskast á skránni, og leygardagin 19. september var 400 m á skránni. Helena Svabo Ziska (G14) Brøðurnir Hallur (M) og Tórur Mortensen (D16-17) royndu seg í diskuskasti. Hallur vísti at tað var ikki av tilvild at hann kastaði so væl á FM, tí aftur hesaferð kom hann út móti 30 m strikuni. Tað longsta hjá honum var 27,14 m. Tórur Mortensen, sum á FMU fór heim við ongum góðkendum úrslitið, hevði aftur trupulleikar við at fáa diskin út. Tey fýra fyrstu fóru í netið. Í fimta kastaði hann standandi (tvs uttan atrenning), tá kom hann heilt út á 29,29 m, so ongin ivi er um at kraftin er har. Helena, sum hevur ogna sær ein sera góðan teknik, legði út vit at bøta um sítt persónliga met við ½ metri til 15,93 m, næsti køstini vóru eitt sindur styttri, men í síðsta kom hon heilt út á 16,72 m.

IMG_5921

Úrslit:

bólkur/vekt íðkari árg. 1. umf. 2. umf. 2. umf. 4. umf. 5. umf. 6. umf. úrslit
M / 2,0 Kg Hallur Mortensen ’91 x 26,89 27,14 x 22,52 26,16 27,14 m
D16-17 / 1,5 kg Tórur Mortensen ’98 x x x x 29,29 x 29,29 m
G14-15 / 0,75 kg Helena Svabo Ziska ’01 15,93 x 14,40 14,53 15,65 16,72 16,72 m

Ætlanin var at 400 m kappingin leygardagin skuldi verða ein dystur millum teir fremstu, men tíðanverri gjørdist tað ein solo-kapping. Tórur og Rúni Jacobsen fóru báðir í blokkarnar. Tórur rann fyri einari viku síðani skjótastu tíð, sum er runnin av føroyingi síðan 2013, meðan Rúni eigur skjótastu tíðirnar á 100 m og 200 m síðstu 10 árini. So har var spenningur, bæði um tíðinar og um úrslitið.

Tá skoti fór, var Rúni skjótastur avstað, og á 100 m var hann uppi á síðuni av Tóru, men Tórur kendi tíðanverri til gamlan skaða og valdi at steðga. Rúni, helt tó áfram. Fyrstu 100 m rann hann uppá 12,4 sek. Næstu 100 rann hann uppá 11,7 sek, so fór ferðin nakað niður, tí triðja 100 m rann hann uppá 13,3 sek, um hann megnaði at hlda ferðina, so var føroyska metið í vanda, men so var ikki hesaferð. Rúni rann síðstu 100 m uppá 14,5 sek og endaði so við tíðini 51,88 sek, sum er skjóstata tíð hjá føroyingi síðan 2013. Vðmerkjast kann at tiðin er undir oyggjaleika kravið, og harvið hevur Rúni megnað at runnið skjótari enn kravið á 100 m, 200 m og 400 m í ár.

fleiri myndir frá fyrru kappingini í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *