Rógvi vann á danmarksmeistarnum

Vetrarfrælsar byrja 29. sept.
08.09.2010
Aðalfundur 27. sept. í ÍSF-húsinum
13.09.2010

Rógvi vann á danmarksmeistarnum

Rógvi Højgaard flutti niður til Århus í lestrarørindum eftir summarferiuna. Har venur hann við felagnum Århus 1900, sum Àsi og Heri fyrr hava vant í. Rógvi hevði einans kasta einaferð í 110 ára gamla felagnum, tá hann var biðin um at verða partur av liðnum, sum skuldi kappast í finaluni í donsku liðkappingini. Hann skuldi millum aðrar kappast móti danska meistarnum Richard Knudsen. Spjótkast var næstseinasta grein og tað vísti seg at pressi var øgiligt tí at 1900, sum nærum altíð plagar at heinta heiðursmerkir, lá sum nummar 5 av teimum 6 liðunum í finaluni, so har skuldi okkurt serligt henda, um 1900 skuldi hava nakran møguleika fyri at aftur at koma upp á pallin.

Rógvi legði legði seg heldur óvanta á odda í fyrsta umfarið 53,16 m, sum. Richard Knudsen svaraði tó aftur í øðrum úmfarið og fór út á 55,46 m. Rógvi økti nakað í triðja og aftur í fjóra umfarið, men enn var hann við 54,46 m aftanfyri Richard. Í fimta umfarið fór spjóti so enn longur og tá uppmált var, vísti tað seg at Rógvi hevði lagt seg á odda í kappingini við 56,90 m. Hetta er longsta kast hjá Rógva síðan finaluna á oyggjaleikunum á Rodos í 2007. Richard royndi at svarða aftur, men hasara síðsta kast lendi á 56,20 og sostatt vann Rógvi spjótkast kappingina. Harafturat kann viðmerkjast at stytsta kast hjá Rógva var 52,14 m, sum vísur eitt stabilt høgt støðið, ið boðar frá góðum. Góða úrslitið hjá Rógva merkti at Århus 1900 fór frá fimta til triðja pláss undan síðstu grein, sum var 4×400 m. Tíðanverri vísti tað seg tó at 1900 endaði aftast í hesi grein og tí endaði liði samanlagt á fjóra plássi.

Nú ferð Rógvi so í gongd við vetrarvenjing, har hann kemur at venja hjá danska landsliðsvenjarnum Knud Andersen. Stuttligt verður at fylgja við hvussu tað ferð at ganga hjá Rógva, men byrjanin er so í øllum førðum stak góð.

2 Comments

  1. Uni says:

    Sååådan, lær tú hasar danskarnir hvussu vit kasta “pinn” í Føroyum 😀
    Tillukku og góða eydnu.

  2. Hallur says:

    Super Rógvi! Koyr nú á í vetur. Úrslitini koma í vár – vit gleða okkum longu 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *