Rógvi kastaði 55,03 m í Danmark

Stuttleikir komandi sunnudag
30.05.2011
Nógv børn stuttleiku sær á Stuttleikum
05.06.2011

Rógvi kastaði 55,03 m í Danmark

Øll tann danska elitan umframt ein sterkur sviði var savnað saman til kapping um at sleppa á danska landsliðið. Millum luttakarnar var Rógvi, umboðandi felagið Aarhus 1900. Rógvi hevur í vetur arbeitt við at broyta atrenningina, og hevur hetta ávirka rútmuna í kastinum hjá honum. Tí var tað spennandi at síggja hvussu leikur mundi fara í dag.

Rógvi byrjaði spakuliga við 51,57 m, hann økti tó so við og við og í fimta umfarið kom longsta kast hjá honum, ið var 55,03 m. Hetta rakk til eitt sættapláss í sterku kappingini. Tað besta var tó, at nú byrjar nýggja atrenningin at stabilisera seg, og tí byrjar rútman at kennast meir nátúrlig. Enn er tó nakað eftir til rætti intensiteturin kemur i avleveringina. Tað verður tó stuttligt at fylgja framgongdini hjá Rógva restina av hesum kappingarárinum. Man ikki okkurt gott kast fara at koma frá honum? Her heima fara vit at síggja Rógva á Jatnatøkum 23. juli á Tórsbreyt.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *