Rógvi broncu í spjótkasti

Trygvi í óvanliga harðari kapping i longdarlop.
19.07.2013
Øssur legði seg millum Morgan tvíburðarnar
20.07.2013

Rógvi broncu í spjótkasti

Triðja dagin á rað megnaði ein hvirla at koma á sigurspallin. Hesaferð var tað Rógvi Højgaard sum kastaði spjótið triðj-longst av øllum luttakarunum.

Rógvi hevur roynt seg áður á oyggjaleikum við blandaðum úrslitum. Á Rodos hevði hann eina fantastiska kapping, har teknikkurin sat, og hann økti í nærum øllum kastunum. Tvey ár seinni á Álandi vildi onki bera til. Kastini blivu ov høg, og lógu út til høgru. Tá hann so fekk eitt gott kast innanfyri, so var tað koldømt fyri ikki at markera. Tað var tí spennandi at vita hvussu tað fór at eydnast.

Fyrsta kasti var líkt kastunum á Álandi. Tó vi tí týdningarmikla muninum at kasti var innanfyri. Longdin var omanfyri 52 m, og harvið longsta kast í kapping í 2013. Tá fyrsta umfarð var av lá Rógvi á triðja plássi, átta metrar aftanfyri Suurhans av Sarema, men bert nakrar cm frammanfyri ein orknoying. Kasti hjá Rógva í øðrum umfari var meinlíkt tí fyrsta, men í triðja rigga eitt sindur betur. Oddurin kom eitt vet niður, og kasti lá longri inni í kastirætninginum. Hóast ikki nøkur teknisk perla, so bleiv tað mált til 54,05 m. Harvið øktist munurin til fjóra plássi.

Tá kappingin fór inn í fasu tvey kastaði Rógvi triðsíðst, sum staðfesting av at hann enn lá á triðja plássi. Síðstu trý umførðini hendi ikki tað stóra. Rógvi gjørdi eitt yvirtrakk og tvey kast millum 53 og 54 m. Maðurin á fjóra plássi hevði brent sítt krút í fyrsta umfarið, og tí var broncumerkið hjá Rógva tryggjað.

At kasta so langt tá beinarbeiðið ikki er rætt tima og armurin søkkur beint undan avlevering vísur at har er nógv at heinta við verandi formið. Hvat tað so blívur til tá formurin er enn betur og tekikkurin eisini situr verður spennandi at uppliva.

Fleiri myndir eru i myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *