Rúni Jacobsen undir oyggjaleikakravið í fyrstu royndini

FM í ½ marathon 2016
18.05.2016
Opnar kappingar komandi dagarnar
25.05.2016

Rúni Jacobsen undir oyggjaleikakravið í fyrstu royndini

Rúni Jacobsen, sum í januar flutti til Keypmannahavnar at lesa, kom undir oyggjaleikakravið í síni fyrstu kapping fyri danska felagið.

Tá Rúni flutti til Danmarkar var fyrsta stóra valið hvat felag hann skuldi venja við í Danmark. Her fall valið á sterkasta felag í Danmark, Sparta. Hann er fallin væl til og venur í einum bólki har fleiri eru javnt sterkir.

Fyrsta kappingin í ár var í Ballerup, har felagið Ballerup Atletik og Motion helt sín føðingardag við eini kapping. Rúni var í triðja og vantandi skjótasta innleiðandi riðlinum. Her rann hann 11,41 sek, sum rakk til eitt pláss í finaluni.

Løtu seinni skuldi hann so aftur royna seg, her kendi Rúni at hann ikki heilt fekk tað at sita, men klokkan vísti 11,30 sek, sum er neyvt tað sama sum hansara persónliga met frá DMU í fjør. Tað rakk til eitt deilt triðjapláss í kappingini. At byrja kappingarárið við at tangera metið frá árinum fyri, er sera gott, tí vanliga gongur skjótari sum ári líður og beinini venja seg við høgu ferðina eftir langan harðan vetur.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *