Rigmor vann Tórshavn Marathon aftur í ár

Tvey føroysk met til Øssur!
04.09.2010
Vetrarfrælsar byrja 29. sept.
08.09.2010

Rigmor vann Tórshavn Marathon aftur í ár

Tað vóru nógv fólk sum høvdu gjørt seg út til at renna sunnudagin, harímillum vóru fleiri limir í Hvirluni, og nakrir av hesum høvdu avgjørt at royna seg á longru teinunum, nevniliga hálv-Marathon og Marathon, harímillum var favoritturin hjá kvinnunum Rigmor N. Arge. Rigmor legði eisini væl út, og eftir 10 km vóru farnir afturum var hon longu 5 min frammanfyri næstu kvinnu. Tá hon kom hartil, sum tey, ið runnu hálvmarathon vendu, tá kom Rigmor at renna einsamøll. Hetta var so støðan líka til hon kom á mál. Tað er sera tungt at renna púra einsamøll. Hóast hetta so økti Rigmor um sína leiðslu alla tíðina. Hon kom á mál við tíðini uml. 2 tímar og 25½ min. Tað er 5 minuttir skjótari enn hennara vinnaratíð í 2009, og gott og væl eitt korter skjótari enn nummar tvey. Rigmor var tó ikki heilt nøgd við tíðina, men tað var so at tey flestu høvdu ikki heilt so góðar tíðir sum tey plaga, og var vindurin óiva ein partur av frágreiðingini uppá hetta.

Hvat nummar hinir limirnir í Hvirluni blivu vita vit ikki enn, men øll úrslitini koma óiva út á www.torshavnmarathon.com so skjótt tey eru klár. Fleiri enn 300 myndir frá kappingini eru at finna í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *