Hvirlan brillieraði í regninum
21.08.2011
Øssur langt undir føroyska meti á 110 m forðarenning.
03.09.2011

Rigmor vann Top Run

Tað tykist sum Top Run liggur væl til Hvirlurnar, tí aftur í ár fór ein Hvirla heim við gullmerki um hálsin. Luttakarnir úr Hvirluni hesaferð vóru John Egholm, Birna Abrahamsen, Birna Mohr Joensen, Paula Mohr og Rigmor N. Joensen.

Rutan gongur úr kollfjarðadali niðan á Sornfelli. Tá rennarnir eru komnir niðan á toppin hava teir runnið 9,8 km, og eru 605 m longur uppi enn við byrjan. Meir sæst um rutuna her.

Rigmor, ið ikki hevur vant eins nógv seinnu árini, sum hon fyrr hevur gjørt, legði hart út, og blandaði seg í fremra enda av teimum 69 rennarnum. Her helt hon seg allan túrin, og tá hon kom niðan á Sornfelli var tað sum tann tíggjundi luttakarin, men fyrsta kvinna. Tíðin hjá Rigmor var 52 min 13 sek. Hetta var 1½ min skjótari enn tað skjótasta nøkur kvinna hevur runnið teinin áður. Gamla metið setti ein unga Bjørk Herup Olsen í 2007.

Paula, Birna Mohr og Birna Abrahamsen fylgdust næstan á mál, tí tær gjørdust nummar 5, 6 og 7 í bólkinum 40+. Tíðirnar vóru: 1 tíma 1 min og 28 sek, 1 tíma 1 min og 33 sek og 1 tíma 2 min og 20 sek.

John Egholm var einasti maður at umboða Hvirluna hesaferð, men tað gjørdi hann harafturímóti flott. Han koma á mál við tíðini 49 min 31 sek, ið rakk til eitt fimtapláss hjá monnum 40+ og eitt sjeyndapláss samanlagt, við somu tíð sum nummar seks. Tíðin hjá John vær góðan ½ min skjótari enn hansara skjótasta tíð á hesum teininum.

Myndin er frá www.mif.fo, har fleiri myndir eru frá kappingini.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *