Rigmor vann í Íslandi

Hvirluvindavenjingin mikudagin 4. august
03.08.2010
Góð úrslit í góðveðrinum á Svangaskarði
05.08.2010

Rigmor vann í Íslandi

31. juli luttók Rigmor N. Arge í Barðsneshlaupið í íslandi. Hetta er kapping har luttakarnir verða sildur út til startin, og skulu so renna inn aftur. Fyrsta partin av teimum 27 km verður runnið í traktor-sporum, meðan síðsti parturin verður runnin á vegi. Annars siga fyriskiparnir um rutuna: “Leiðin liggur yvir Viðfjarðarnes í 80 m hædd og Götuhjalla, ið hækkar upp í 197m. Í fáum stöðum eru hvassir/spískir steinar ella vandasamt vegna brattlendið. Innst í fjörðunum eru áir við lítlum streymi og grúsbotni. Brúgv er yvir Viðfjarðará. Hinar má vassast yvir. Yvir Norðfjarðará kann man ikki altíð vassa og tá verður siglt yvir.” Rutan var runnin fyri 15. ferð í ár, og luttakara talið vaksur støðugt. Í ár vóru tað heilir 40 rennarar sum hættaðu sær undir hesa hørðu rutu. 

Hóast hetta var fyrsta roynd hjá Rigmor á hesum teininum, so kom hon á mál sum nummar sjey av øllum og skjótasta kvinna. Rigmor nýtti 2 tímar 38 min og 30 sek, sum er skjótast tíð nakrantíð hjá kvinnu.

Meir um kappingina kann lesast á her, og úrslita listin sæst her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *