Rigmor undir oyggjaleikakravið í Keypmannahavn

Tilmelding til venjing í vetur er byrjað
13.09.2018
“Skálavík” var aftur heima á Sandi í ár
07.10.2018

Rigmor undir oyggjaleikakravið í Keypmannahavn

Fýra kvinnur úr Hvirluni royndu seg á hálvmarathon teininum í Keypmannahavn sunnudagin. Hesar vóru Anya S. Midjord, Birna Mohr Joensen, Eydna Petersen og Rigmor N. Arge. Allar hava tær vant væl við útgangspunkt á Tórsbreyt, men stóri parturin av venjingini hevur verði kring um í Tórshavn. Hetta hevur eyðsýnt verði góð venjing, tí tær klára seg væl í Danmark.

Rigmor vísti fyri góðari viku síðan í Vágunum, at hon er við at finna gamla formin aftur, og tí var spennandi at vita hvussu tað fór at ganga. Rigmor legði hart út við at renna fyrstu 5 kilometrarnar uppá 19 min 26 sek, sum er hálvt minut skjótari enn tá hon vann silvur á 5000 m á Tórsbreyt 18. august. Næstu 5 kilometrarnar rann hon uppá 20 min 8 sek, sum enn gav boð um at okkurt áhugavert var ávegis. Hon helt líknandi tempo til 15 km vóru farnir. Millum 15 og 20 km fór tempo nakað niður, men enn var hon ávegis til eina tíð langt undir oyggjaleika kravið. Tá teir 21,097 km vóru runnir segði klokkan 1 tíma 25 min og 4 sek, sum er 16 sek frá persónliga metinum hon setti fyri 18 árum síðan. Tíðin er 1 min 46 sek undir kravið til oyggjaleikirnar. Hon gjørdist nummar 67 av øllum kvinnunum, men nummar 4 í sínum aldursbólki í hesi sterku kappingini.

Birna Mohr Joensen, sum hevur staðið á odda fyri langteinavenjingini í Hvirluni í seinastuni, vísti at hon ikki bara dugur sum venjari. Hon legði út við at renna fyrstu 5 kilometrarnar uppá 22 min 12 sek. Hon helt tempo næstu 5 kilometrarnar, sum blivu runnir uppá 22 min 52 sek. So valdi hon at seta tempo eitt sindur niður, soleiðis at næstu 5 kilometrarnir blivu runnir uppá 24 min 10 sek, meðan teinurin millum 15 og 20 km var runnin uppá 25 min 26 sek. So setti Birna tempo uppaftur, og kom á mál við tíðini 1 tíma 40 min og 1 sek. Birna gjørdist nummar 35 í sínum aldursbólki.

Eydna E. Petersen miðaði eftir eina miðalferð uppá 5 min 20 sek fyri hvønn kilometurin, og her lat hon ongan iva vera um, at hon kundi. Fyrstu 5 kilometrarnar var miðalferðin 5 min 19 sek. Hetta tempo helt hon so at siga uttan nakra broyting restina av teininum, tí næstu 5 kilometrarnar var tempo 5:13 fyri hvønn kilometurin, síðan 5:17 millum 10 og 15 km og 5:19 millum 15 og 20 km. Síðsta kilometurin rann hon uppá 5:14. Hetta gav eina samlaða tíð uppá 1 tíma 51 min 11 sek, sum rakk til eitt pláss sum nr 128 í hennara aldursbólki.

Anya S. Midjord hevði sett sær sum mál, at halda eina miðalferð uppá 5½ min fyri hvønn kilometur. Hetta megnaði hon uttan trupulleikar, tí fyrstu 5 kilometrarnar rann hon uppá 27 min, sum svarar til tempo 5:24. Næstu 5 kilometrarnar var tempo 5:27 fyr síðan á fyrsta sinnið at fara uppum 5½, til 5:33. Hetta rættaði hon beinan vegin, tí tempo fór niður aftur á 5:27, og síðsta kilometurin kom hon heilt niður á 5:07. Hetta gav flottu tíðina 1 tíma 54 min 41 sek, sum rakk til eitt pláss sum nummar 205 í hennara aldursbólki.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *