Rigmor føroyarmeistari á ½marathon

Góð úrslit á Tórsbreyt
05.05.2013
opin kapping 10. og 11. mai
08.05.2013

Rigmor føroyarmeistari á ½marathon

Heili 164 fólk høvdu teknað seg til ½ maraton, í Klaksvík leygardagin 4 mai; sum Treysti skipaði væl fyri.

Tvær kvinnur luttóku fyri Hvirluna, og tað gekk stak væl, tí Rigmor, ið nú rennur í bólkinum kvinnur40-44, kom á mál heilar fýra minuttir áðren næstu kvinnu. Tíðin hjá Rigmor var i 1.31.26.

Birna M. Joensen bøtti um sítt persónliga met við sløkum 6 minuttum og kom á mál við tíðini 1.47.16 Birna rann miðvíst allan vegin og helt ferðina væl. Hon sær nú fram til at luttaka í sínum fyrsta maratoni nakrantíð, sum verður í Keypmannahavn sunnudagin 19 mai.

Hjá monnunum vann Marnar Djurhus tryggan sigur.

Skipað varð eisini fyri Stuttleikarenning og barnarenning. Í bólkinum Dreingir -13 ár, vann Elias Thorsteinson, ið annars plagar at gera um seg í lop-kappingum, gull.

Sí úrslitini á www.treysti.fo.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *