Rigmor føroyameistari í hálvmarathon

Tórur skar 1,67 sek av føroyska metinum á 300 m
06.05.2019
Sunniva fingið landsliðsboð úr Danmark
14.05.2019

Rigmor føroyameistari í hálvmarathon

Fýra kvinnur úr Hvirluni stóðu klárar tá startskotið til ársins FM í ½Marathon fór í Klaksvík leygardagin. Hesar vóru Rigmor N. Arge, Marita Andrasardóttir, Eyð Gudmundsson og Birna Abrahamsen.

Rigmor er partur av hópinum, sum skal royna seg á oyggjaleikunum á Gibraltar í summar. Upptaktin hevur tó ikki verði optimal, tí hon hevur stríðst við skaðar. FM skuldi tí nýtast til at testa um oyggjaleikaformurin er við at vera har, og har er ongin ivi um, at hon er klár. Vantandi var tó at har fór at vera ein tættur dystur, tí Marita hevur runnið væl í ár. Tað vóru eisini tær báðar, sum løgdu seg á odda, og fylgdust allan vegin á mál, har munurin einans var 1,5 sek. Ikki nógv eftir at hava runnið í 1½ tíma. Var tætt millum tær, so var tað meir tómt aftanfyri, tí triðja kvinnan var góðar sjey minuttir aftanfyri Maritu. Hvussu skjótt tær runnu sæst kanska best við at hyggja at, hvar tær lógu í mun til mennirnar, tí bara fimm mans megnaðu at renna teinin skjótari enn tær báðar, og tann skjótasti var bara góðar 5 min fyrr á mál. Tíðin hjá Rigmor gjørdist 1 tíma 30 min og 30,3 sek, meðan Marita rann teinin uppá 1 tíma 30 min og 31,8 sek. Tíðin hjá Maritu er 16 min skjótari enn tá hon rann teinin í Berlin í 2018.

Birna Abrahamsen hevur kempa við ein drúgvan skaða men nú gongur støðugt framá aftur. Í Klaksvík megnaði hon at renna teinin uppá 1 tíma 50 min og 0,5 sek. Hetta rakk til broncumerkið í sínum bólki.

Eyð Gudmundsson er nýliga byrja at venja miðvíst, men har sæst skjót framgongd, og longu nú megnaði hon at renna teinin uppá 1 tími 53 min og 4,4 sek.

Myndina hevur Jóannes N. Poulsen tikið. Fleiri av hansara myndum síggjast her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *