Rigmor føroyameistari í ½Marathon

Ferð komin á sprintarnar í Hvirluni
04.05.2012
Nógv fjølbroytt rørsla á Tórsbreyt
10.05.2012

Rigmor føroyameistari í ½Marathon

Leygardagin 5. mai skipaði Treysti á fyrsta sinni fyri FM í ½Marathon í Klaksvík. Hóast kunningin í Kringvarpi Føroya bendi á tað mótsætta, so luttóku kvinnur eisini í hesi kappingini.

Tríggjar Hvirlur høvdu lagt leiðina framvið Klaksvíkini fyri at luttaka í hesi kapping. Tær vóru Rigmor Napoleonsdóttir Arge, Birna Mohr Joensen og Durita í Grótinum.Veðrið var ikki tað besta, við nakað av vindi og kavaroki, men hetta steðgaði ikki rennarunum.

Rigmor vann ein tryggan sigur og gjørdist sostatt Føroyameistari á ½Marathon teininum, eins og hon er á Marathon teininum. Birna bøtti um sítt persónliga met so tað er nú komi niður á 1 tíma 53 min og 3 sek. Durita koma á mál á einum flottum øðrum plássi sínum bólki (K35-39) við tíðini 1 tíma 52 min og 38 sek.

Øll úrslitini síggjast her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *