Rigmor bronsu á Gibraltar

Skjótasti føroyingur eitur Tórur Mortensen
11.07.2019

Rigmor bronsu á Gibraltar

Tað var lýtt, men ikki ov heitt, og yvirskýggja tá hálvmarathon kappingin byrjaði á gamla stadion í miðbýnum á Gibraltar. Rutan var suður við eysturstrondini, har tríggjir umgangir skuldu rennast áðrenn enda var inni aftur á stadion. Tað var tó skjótt at sólin brendi seg gjøgnum skýggini, og hitin verðuliga fór at gera um seg.

Rigmor legði hart út, men merkti skjótt at hetta útleggi var í skjótara lagi, og tí setti hon ferðina niður. Harða útleggi hevði tó kostað, og tí var uppgávan at fáa stabilisera rútmuna til nýggju ferðina. Eftir eina løtu fekk Rigmor gongd á beinini aftur, og so hevði hon yvirskot til at halda eitt støðugt tempo restina av túrinum. Ein onnur fall um, tá ein tími var farin, meðan ein fall um 400 m frá mállinjuni, so tað var ein góð avger hjá Rigmor at justera tempo. Á málinum segði klokkan 1 tíma 29 min og 12 sek. Hetta er góður minuttur skjótari, enn hon rann teinini í Klaksvík fyrr í ár. Á Gibraltar rakk hetta til eitt pláss sum nummar 9 í sterka feltinum.

Á oyggjaleikum er eisini liðkapping, har plasering hjá tveimum verða lagdar saman. Her eydnaðist tað Rigmor og Saru Wahlin at vinna eitt flott broncumerkið

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *