Rigmor aftur skjótast á Marathon teininum

Úrslit frá opnum kappingum
06.06.2014
Úrslit frá øðrum umfarið av Grand Prix
08.06.2014

Rigmor aftur skjótast á Marathon teininum

Rigmor plagar at vinna tá hon luttekur í Tórshavn Marathon. Hesaferð var rutan tó broytt, soleiðist at hon var enn meir krevjandi enn hon plagar, og so var starturin longu kl. 9 um morgunin, tá kroppurin ikki er heilt klárur at præstera optimalt. Onki av hesum nervaði tó Rigmor, sum vann sín sjeynda sigur. Hon hevur vunnið Tórshavn Marathon árini 2004, 06, 08, 09, 10, 11 og 14.

Rigmor rann so mikið væl, at hon kom á mál sum nummar níggju av øllum, sum runnu fulla Marathon teinin. Hjá kvinnunum var hon næstan 15 min frammanfyri nummar tvey. Tíðin hjá Rigmor var 3 tímar 22 min og 35 sek. Vit skulu heilt aftur til 2006 fyri at finna eina betri tíð hjá Rigmor. Tað er bara enn meir imponerandi tá havt verður í huga at rutan broyt soleiðis at hon er enn meir krevjandi í ár enn hon hevur verði undanfarin ár.

At Rigmor ikki bara er góður rennari, men eisini góður venjari sást á hálvamarthon teininum har Birna Mohr Joensen og Adelaid Kirke royndu seg. Her gjørdist Birna nummar tvey í sínum bólki við tíðini 1 tíma 48 min og 48 sek. Adeilaid rann teinin uppá 1 tima 57 min og 41 sek.

1 Comment

  1. Jensina says:

    Hjartaliga tillukku við flotta sigrinum!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *