Rennikapping í Klaksvík

Úrslit frá kastikapping
01.06.2008
Fá børn, men full ferð á – og aftur gott veður!
05.06.2008

Rennikapping í Klaksvík

Treysti, ið er frælsafelagið í norðoyggjum, skipar fyri rennikapping í Klaksvík í sambandi við Norðoyastevnuna. Hetta er fyrsta umfar av Grand Prix kappingini hjá vaksnum og veteranum. Tað eru tó kappingar fyri børn eisini. 

Skráin fyri dagin er:

kl. 12.00 Menn/Kvinnur (f. 1992 ella fyrr) – 5 km (Grand Prix)
kl. 12.00 Veteranar (f.1953-1962) – 5 km (Grand Prix)
kl. 12.00 Veteranar (f.1952 ella fyrr) – 5 km (Grand Prix)
kl. 12.35 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2001 ella seinni) – 665 m
kl. 12.45 Dreingir-10/Gentur-10 (f.1998-2000) – 665 m
kl. 12.55 Dreingir-13/Gentur-13 (f.1995-1997) – 1.330 m
kl. 13.05 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1991-1994) – 1.330 m

Limir í hvirluni eru vælkomnir at melda til hesa kapping. Meir um kappingina og tilmelding er á heimasíðuni hjá Frælsur Ítróttur Føroya (FÍF). Beinleiðis slóð til síðuna, har tilmelding verður, er her, og nú Hvirlan er vorðin limur í FÍF, eigur tað at vera ein møguleiki at velja Hvirluna sum felag.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *