Randi nummar fimm í hamarkasti

Heri nummar fýra í diskuskasti
01.07.2009
Rógvi nummar sjey í spjótkasti
02.07.2009

Randi nummar fimm í hamarkasti

Randi Kúrberg hevði hesa ferð valt einans at fokusera uppá hamarkast, og var henda kapping mikudag. Undan leikunum vóru tað fimm, ið høvdu kastað longri enn Randi í ár, og tí skuldi dagsformurin avgera tað fyri Randisa viðkomandi.

Upphitingin fór fram sum ætlað, bæði áðrenn farið var til call-room og eftir call-room. Upphitingin áðrenn var generel, meðan eftir var tað meira specifikt við kastum. Tó fyriganga kappingarnar her á Álandi seg strangt eftir bókini, soleiðis at kastarar fáa neyvt tvey upphitingarkast áðrenn kappingina.

Randi byjraði kappingina, og var fyrsta kast oman fyri 35 m, men tíanverri beint uttan fyri strikuna í vinstru síðu. Hinar í kappingini vístu, hvør dagsformurin var, tá Zahkna av Isle of Man setti nýtt oyggjaleikamet í fyrsta kasti, og Amy Church (Isle of Wight) eisini kastaði tvær metur longri, enn hon gjørdi, tá hon vann gull á Rodos. Silvurmerkjavinnarin av Rodos, Annie Henriksson av Gotlandi byrjaði eisini sterkt, tá hon kastaði hamaran út á 41,30 m í fyrsta umfari. Kappingin vísti seg longu at vera væl sterkari enn seinast.

I øðrum umfari tók Randi eitt trygt kast og kastaði 34,72 m og legði seg á fimta pláss, – góðan metur frá fjórða plássi og 4½ m framman fyri nummar seks. Zahkna betraði aftur um oyggjaleikametið, tá hon kastaði hamaran útum 48 m, meðan Amy royndi at fylgja við og kastaði oman fyri 46 m, ið eisini var longri enn gamla oyggjaleikametið, ið Amy setti í Hetlandi í 2005.

Í triðja umfari kom Randi ikki nóg væl runt í snúðningunum og rakti tí netið í høgru síðu av búrinum. Sostatt betraði hon ikki um sína støðu í hesum umfarinum. Tað var heldur ongin onnur, ið betraði um sína støðu í tríðja umfari.

Eftir triðja umfar var raðfylgjan broytt, soleiðis at Randi kastaði sum nummar fýra. Tær tríggjar fyrstu betraðu eitt sindur um síni kast, men lógu enn langt eftir Randi. Randi snaraði ov langt og kom tí ikki nóg væl fram í ringinum. Hetta resulteraði í, at hamarin aftur lendi beint uttanfyri linjuna í vinstru síðu. Longdin var aftur oman fyri 35 m.

Í fimta umfari fekk Randi eitt tekniskt gott kast, men acceleratiónin var ikki heilt har. Hamarin lendi tó á 36,91 m, ið er longri enn hon hevur kastað fyrr í ár, og eisini longri enn bronsuvinnarin kastaði á Rodos. Hetta var tó ikki nóg mikið til at lyfta Randi upp um fimtaplássið, við tað at hon enn var umleið ½ m eftir Charlotte Christian (Isle of Man). Zahkna betraði enn einaferð um oyggjaleikametið, men hesaferð einans við nøkrum cm, meðan hinar stóðu í stað.

Tá farið var undir sætta umfar var raðfylgjan aftur broytt, men enn lá Randi á fimta plássi og kastaði sostatt sum nummar fýra. Randi kastaði enn einaferð uttan fyri og betraði ikki um sína støðu, og sama var við hinum kastarunum, og sotatt endaði Randi á fimta plássi.

Úrslitið var

Marit Zahkna Isle of Man 48,89 m
Amy Church Isle of Wight 46,21 m
Annie Henriksson Gotland 41,30 m
Charlotte Christian Isle of Man 37,44 m
Randi Kúrberg Føroyar 36,91 m
Jennifer Browne Jersey 32,93 m
Kirrie Moore Ynys Mon 32,55 m
Elaine Park Hetland 32,11 m
Catarina Hallden Jersey 27,14 m
Sophie Kelman Hetland 26,05 m
Teresia Snackerstrøm Gotland 24,87 m

 

Hóast Randi kastaði sítt longsta kast á árinum og eisini longri enn tann, sum vann broncumerkið seinast, so er hon ikki nøgd, tí at hon veit, at um alt gekk uppí eina hægri eind, so kom hamarin longri út, og helst longri enn føroyska metið (39,79 m), ið hon sjálv eigur.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *