Persónlig met, bólkamet og føroysk met fyrra dagin

Allar Hvirlur eru komnar til Íslands í øllum góðum.
27.01.2012
Øssur útum 14 m í trýstøkk á Stórmót 2012
30.01.2012

Persónlig met, bólkamet og føroysk met fyrra dagin

Longu klokkan 9.00 fór fyrsta Hvirla í eldin, og so var fullur aktivitetur til síðsta Hvirlan var liðug kl. 16.00 seinnapartin.

Fyri tey allar yngstu er skipa fyri einum fjøldysti, har íðkarar royna nógvar ymiskar greinar sum lið, har øll fáa heiðursmerki tá liðugt er. Her royndi Børka Berg Jørgensen seg, og hevði ein ein stak stuttligan og gevandi dag.

Gentur 11 ár

Tað var ein luttakari í hesum bólkinum. Tað var Helena Svabo Ziska, sum luttók í 60 m renning, kúlustoyt og longdarlopi. Hon kemur heim aftur við heili trimum persónligum metum. Á 60 m teininum betraði hon sítt gamla met við 0,37 sek til 11,35 s. Í kúlustoyt var betringin 31 cm, so tað nú er 4,91 m, meðan hon betraði seg 16 cm í longdarlop til 3,17 m.

Gentur 13 ár

Tinna Berg Jørgensen og Rebekka Jørgensen royndu seg í hesum bólkinum. Báðar luttóku í 60 m renning og longdarlopi. Harumframt luttók Rebekka á 600 m teininum eisini. Fyrsta greinin var 60 m renning. Har rann Rebekka teinin uppá 10,94 sek sum er nýtt persónligt met. Tinna var ónøgd við at enda í næstbesta riðli, og vísti at hon hevði rætt, tí eins og í 2011, so vann hon sín riðil stórt við tíðini 8,81 sek, ið er nýtt føroyskt innandura met hjá kvinnum. Tinna bøtti sítt met við 0,40 sek. Tá besti riðil var komin á mál vísti tað seg at tað einans vóru tvær sum runnu teinin skjótari enn Tinna, sum sostatt ognaði sær eitt broncuheiðurmerki. Tíðin hjá Tinnu er eisini betur enn uttandura bólkametið hjá G13.

Av tí at tað vóru 45 luttakarar lupu genturnar í tvær ymsar sand-gryvjir. Næsta greinin var longdarlop. Har hevði Tinna stórar trupulleikar við renningarlopinum seinnu helvt av 2011, og tí var hon stak spent uppá hvussu tað nú fór at ganga. Hon vísti tó í fyrsta lopi at nú var stabilitetur aftur, tí hon lendi einans 2 cm aftanfyri sítt persónliga met. Næsta lop var enn longur og so leyp hon 4,35 m, sum er persónligt met við 10 cm, og føroyskt innandura met hjá kvinnum. Lopi var eisini tangering av uttandura bólkametinum hjá Maritu. Rebekka leyp í síni fyrstu kapping 2,98 cm.

Síðsta kapping hjá hesum bólkinum var 600 m renning, har Rebekka royndi seg. Her kom hon á mál við tíðini 2 min 36,53 sek.

Dreingir 13 ár

Jónas Mohr Joensen var einsamallur at royna seg í hesum bólkinum. Hann royndi seg á 60 m teininum í dag. Hann koma á mál við tíðini 10,06 sek, sum er ein flot debut.

Gentur 14 ár

Emilia Larsen og Marita Káradóttir Petersen luttóku í hesum bólkinum. Fyrsta uppgávan hjá teimum var longdarlop. Her leyp Marita 4,15 m, meðan Emilia leyp 3,88 m.

Næsta greinin var kúlustoyt har genturnar á fyrsta sinni royndu seg við 3 kg kúluni. Tað var tó ein imponerandi startur, tí at Marita stoytti kúluna heilt út á 8,64 m, ið er lítlan metur longur enn gamla uttandura bólkametið. Tíðanverri er feilur komin í, og tí eru úrslitini hjá Emiliu ikki registreraði á endaliga úrslitalistanum.

Síðsta greinin var 60 m, og har hendu ting og sakir. Fyrst í eldin var Emila. Hon var tilmelda við tíðini 9,80 sek, men kom á mál við tíðini 9,55 sek. Marita bøtti um sítt persónliga met við 0,35 sek, so tað nú er 9,07, ið var nýtt føroyskt innandura met í uml. ½ tíma áðrenn Tinna tók tað aftur (sí omanfyri).

Dreingir 14 ár

Ólavur Weihe Joensen, Jákup Dahl Ljósheim og Tórur Mortensen royndu seg á 60 m og longdarlopi, meðan Jákup harumframt luttók í kúlustoyti. Longdarlop var fyrst á skránni. Her hevði Tórur ein, fyri hann, stak ringan dag, har renningarlopi argaði. Hann megnaði tó at leypa 4,78 m, ið er longur enn uttandura bólkameti hjá D14. Hetta rakk til eitt broncumerki. Ólavur leyp 4,18 m, meðan Jákup leyp 3,73 m.

Næsta greinin var kúlu, har Jákup hevði sína debut við 4 kg kúluni. Hetta var ein góð debut, tí at hann kom heilt út á 5,22 m. Síðsta greinin var 60 m, har allir royndu seg. Her var Tórur aftur skjótastur. Hann kom á mál við tíðini 8,55 sek, sum er ein betran av hansara persónliga meti við 0,53 sek. Ólavur fekk eitt flott persónligt met við 8,86 sek, meðan Jákup somuleiðis fekk persónligt met við 9,34 sek.

Næsta greinin var kúlu, har Jákup hevði sína debut við 4 kg kúluni. Hetta var ein góð debut, tí at hann kom heilt út á 5,22 m. Síðsta greinin var 60 m, har allir royndu seg. Her var Tórur aftur skjótastur. Hann kom á mál við tíðini 8,55 sek, sum er ein betran av hansara persónliga meti við 0,53 sek. Ólavur fekk eitt flott persónligt met við 8,86 sek, meðan Jákup somuleiðis fekk persónligt met við 9,34 sek.

Gentur 15 ár

Longarlop, kúlustoyt og 60 m renning stóð á skránni hjá Ednu Mariu Debes, ið var einsamøll at umboða Hvirluna í hesum bólkinum. Fyrst var tað longdarlop. Har leyp hon langt aftanfyri plankan, og kostaði tað nógv í úrslitalistanum. Hennara longsta, har hon leyp næstan ½ m aftanfyri plankan, var mált til 3,68 m. Í kúlu gekk stak væl, tí hon bøtti um sítt persónliga met við meir enn einum metri, so tað nú er 7,94 m.

Edna Maria endaði við at renna 60 m. Hetta var fyrstu ferð hon royndi seg á hesum teininum. Hóast hetta, so megnaði hon at koma undir 9 sek. Tíðin var 8,89 sek, ið hevði verði føroyskt innandura met hjá kvinnum áðren Stórmót byrjaði.

 Gentur 16-17

Bjørk skuldi eins og á seinastu Stórmót kappingum royna seg í kúlustoyti. Eftir aldrinum skuldi hon kappast við 4 kg kúluni, men dómarnir á staðnum høvdu avgjørt at nýta 3 kg kúluna í staðin. Hon megnaði at stoyta kúluna út á 8,05 m, ið er 3 cm styttri enn hennara besta við hesi kúlu.

Dreingir 16-17

Tummas Napoleon og Hans Hjørleivur Magnussen royndu seg í ávikavist 60/200 m og kúlustoyt. Tummas Napoleon byrjaði dagin við 60 m, har málið at koma undir 8 sek á fyrsta sinnið. So var, tí hann koma á mál við tíðini 7,98 sek, ið er 0,10 sek skjótari enn hann hevur gjøgnumført teinin áður. Á 200 m skar hann meir enn eitt sekund av við at gjøgnumføra teinin við tíðini 26,28 sek.

Hans Hjørleivur stoytti 5 kg tungu kúluna út á 8,56 m, ið er ein betran av hansara persónliga metið við meir enn tveimum metrum.

 

Dreingir 18-19 ár

Á Stórmót ÍR verður vanliga ikki kappast í bólkinum 18-19. Tey, ið eru 18 ella 19 ár kappast móti teimum vaksnu. Undantakið er kúlustoyt, har reiðskapurin ikki er tann sami. Helgi Geyti og Steinolvur Geyti royndu seg í hesum bólkinum. Tó valdi Steinolvur at gevast fyri at fyrireika seg til 60 m. Hansara besta var 8,73 m, ið er nýtt persónligt met. Helgi bøtti um sítt persónliga met tá hann á fyrsta sinnið stoytti 6 kg tungu kúluna útum 10 m strikuna. Hansara longsta bleiv mált til 10,05 m.

Menn

Hetta var bólkurin har Hvirlan var best umboða. Her royndu Øssur Debes Eiriksfoss, Birgir Hansen, Helgi Geyti, Trygvi Laksáfoss, Rúni Jacobsen og Steinolvur Geyti seg.

Birgir, Rúni og Trygvi royndu seg á 200 m, og her komu teir í sama riðil. Her var Trygvi sterkastur og vann trygt, meða tað var tætt millum Rúna og Birgir. Tá tíðirnar komu vísti tað seg at Trygvi hevði bøtt um sítt persónliga met við 0,62 sek, til 24,51 sek. Birgir og Rúni høvdu ein tættan dyst, ið Birgir endaði við at vinna. Tíðin hjá Birgir var 25,05 sek, meðan tíðin hjá Rúna var 25,11 sek.

Trygvi og Øssur luttóku í longdarlop. Har vísti Øssur hvussu væl hann kann leypa, tí hann leyp heilar 6,46 m, ið er nýtt persónligt met. Tað er eisini longur enn uttandura bólkameti. Hetta rakk til eitt broncumerkið aftanfyri íslendinging, ið luttók á HM síðsta summar. Trygvi hevði ein av teimum døgunum har renningarlopi ikki vildi rigga. Hansara longsta lop var 5,72 m. Viðmerkjast kann at lopi hjá Øssur var 26 cm longur enn oyggjaleikakravið til komandi leikirnar á Bermuda.

Síðsta greinin var 60 m, har allir seks royndu seg, og tað bleiv til seks persónlig met. Skjótastur var Trygvi, sum megnaði at koma á mál við tíðini 7,51 sek, ið er ein betran av hansara persónliga metið við 0,35 sek. Øssur kom á mál við tíðini 7,69 sek, meðan Rúni og Birgir hesaferð komu á mál við neyvt somu tíð (7,75 sek). Steinolvur kom á mál við tíðini 8,24 sek og Helgi við tíðini 8,77 sek. Tíðanverri fekk Trygvi ein skaða í læri beint áðren hann kom á mál, so hann kemur at hvíla í morgin.

Samanumtikið kann sigast at dagurin gav 37 persónlig met í 44 startum. Fleiri bólkamet, 3 føroysk innandura met og eitt oyggjaleika krav.

Øll úrslit eru at síggja her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *