Perfekt “timing” hjá hvirluvindunum

Hvirluvindar á Flaggdegnum
27.04.2008
Úrslit frá kastikapping
11.05.2008

Perfekt “timing” hjá hvirluvindunum

Sólin skínur á tey fittu og røsku! Nú vit eru komin runt øll 4 støðini, vit “frælsast”, meðan vit bíða eftir leikvøllunum norðan fyri Ringvegin, mugu vit sanna, at vit duga væl at passa okkum løgir. Fyrstu ferð var kalt, men turt, aðru ferð lýtt og turt, triðju ferð sólglottar og lýtt og fjórðu ferð varð brennandi sól og heitt 🙂

Børnini komu brosandi og væl fyri í stuttum buksum og stuttermatroyggju at leika í eina løtu. Ófør sum altíð at lurta eftir og standa í rekkju fekst nógv burturúr, tí tíðarspilla er næstan eingin. Vit byrjaðu við at spæla og fóru síðan í tveir bólkar, har Randi hevði hoppiband sum evni og Heri renning og bóltkast. Tá báðir bólkar høvdu roynt bæði evni, samlaðust vit aftur til breytarvenjing. Við góðari hjálp frá foreldrum fingu vit ymisk øvilsi í lag, samstundis sum førleikin at kunna seg, renna, klatra, hoppa og kasta varð avbjóðaður. Tá klokkan var seks, løgdu vit inn og søgdu farvæl við nakrar pøstar, kinnareyðar tøtlingar.

Næstu ferð er tað Kommunuskúlagarðurin, og tó at Heri og Randi halda Sandágerð og Frælsið vera bestu støðini higartil, skulu vit nokk hava tað stuttligt. Skráin at gera brøgd er løgd…

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *